Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Táið Kristian Osvald Viderø var á heimferð frá gitnu Jorsalaferðini, støkk hann inn á gólvið hjá pávanum í Roma. Í klossaðum hosum og rivnum klæðum, illa tuskaður og “extra eccelesiam – (uttansyndis kirkjuna),” hætti hann sær illa at nærkast kjøtmúrinum av kardinalum í katólskum prestaskrúði. Ta løtuna kendist bústaðurin har heima í Føroyum sum ein skarvaurð aftur ímóti hesum heimsins størstu og glæsiligastu prestahúsum – Pæturskirkjuni. Bráðliga er hann har – heilagi faðirin – Sua Santita – og øll boyggja seg til kníggja í djúpastu lotning – ærufrykt. Hann báknar til teirra við hondunum, og í sama bili eru øll á fótum aftur.

Pastorurin úr Skálavík stendur í miðjum ringi, og hann slotar eftir, hvat ið hesin staðgongumaður Guðs – vicarium Dei - á jørðini - spjallar við tey vitjandi um. Vit geva Viderø orðið: “Og nú, ið hann nærkast mær, hoyri eg, at tað, sum hann talar við vitjandarnar um, er eins einfalt og búnaður hans; tað er um skamtanarmerki, bacon og egg: yvir samtøluni er eingin himneskur dámur.” Sum onkur helt fyri, so er tað nú einaferð soleiðis, at hitt dagliga breyðið og lívsins breyð ikki kunnu skiljast sundur.

“Menniskjan livir ikki av breyði eina, men av hvørjum orði, sum gongur út av Guds munni”. Orðini eru kend og eru tikin úr einum samskifti millum tað sakrala og tað diabolska – tað heilaga og tað devulsetta. Mentanin sprettur úr menniskjanum og í andaliga spunanum millum menniskju. Mentanin hevur brúk fyri materiuni og øvut – og samfelagið hevur brúk fyri báðum.

Vit trívast best og bara har, ið frælsir vindar blása í verøld. Hesum skal fólkaræði tryggja. Hvør einstakur borgari skal hava óavmarkað rættindi at arbeiða á mentanarmótinum. Politiska skipanin – lands- og kommunal – skal skipa neyðugu karmarnar, infrastrukturin, men annars halda fingrarnar burtur frá einum høpi, sum hon av góðum grundum onki hevur við at gera, tíansheldur hevur skil fyri. Hvussu tað hevur vignast alternativinum, sóu vit í Týsklandi í tríati- og fýratiárunum í hinari øldini, og støðan kundi av góðum grundum ikki vera mætari í Sovjetsamveldinum, sum Lev Davidovitj Trotskij tók til, áðrenn eisini hann fall fyri ísøksini hjá reyða zarinum – slaktaranum í Kreml – Stalin: ”Tað fær ikki verið øðrvísi, táið ein politiskur flokkur tekur statin frá fólkinum og aðalstjórnin síðan tekur statin frá flokkinum. Eftir tað tekur politbureaið statin frá aðalstjórnini og seinasti leikurin er, at aðalskrivarin í flokkinum tekur statin frá politiburea´num.” Valdið verður forskansað inni í einum eirindaleysum høvdi – og skilið verður hareftir. Eitt stórveldi endaði sum ein rimaleysur hjallur, frælsu vindarnir, eisini á mentanarmótinum, høvdu ikki ein livandi kjans, óteljandi søgur eru um tað, og millum mongu lagnurnar eru Joseph Brodsky, Boris Pasternak, Aleksandr Solsjenitsyn og Vasilij Grossman.

”Quod licet Jovi, non licet bovi”, er eitt gitið hugtak. Í neyvari týðing er merkingin, at tað sum er loyvt Jupiter er ikki loyvt einum oksa. Munur er á Salomon kongi og Jørgen Hattamakara, ella á lorti og pannukøku, sum vit plaga taka til. Onkur hevur sett seg omanfyri vanliga moralin og harvið eisini mentanina. Har byrjar rotið. Tí má stavnhaldið samanumtikið vera, at mentanararbeiðarar til allar tíðir óskerdir fáa náðir at virka við sínum evnum á hvør sínum serliga móti. Tað var Bertolt Brecht, sum einaferð so sarkastiskt helt fyri, at løtan kundi koma, táið tað fór at vera neyðugt hjá valdinum at skifta fólkið út við eitt annað, orsakað av tess obsternasigu atferð. Ólíka lættari er tann øvuta manøvran, - um tað verður hildið neyðugt - at skifta valdið út við eitt annað, um tað gerst ein forðing m.a. á mentanarmótinum.

Men tað, sum hevur verið, tað skal verða, og tað, sum hevur hent, tað skal henda; onki er nýtt undir sólini. Kom at hugsa um meistarligu týðingina hjá Róa Patursson av framúr góða sanginum A Hard Rain's A-gonna Fall hjá Bob Dylan, sum vinmaðurin Sámal Ravnsfjall sang á Bókasavninum við Løkin, táið Dylan fylti 75 ár í 2016. Hóast onkur hevði sæð húsini, har ið bøðlarnir búgva, har ið stovurnar skína og alt er so ruddað, er onkur vón kortini eftir í skjáttuni. Og nú regna bumburnar aftur yvir ósek fólk í Europu. Sum kári p. so væl sang fyri kommunala geiranum fríggjakvøldið. Hann skrivaði sjálvur yrkingina á alfaravegi róa paturssonar:

tín er týning

av vitleysum villmannaheilum

í pentagon og kreml.

Deyðans keypmenn hava aftur fingið eina av mongum renæssansum. Onki er nýtt undir sólini.

Í hesi løtu byrjar afturvendandi mentanarvikan í Runavíkar kommunu. Í frálíka ritinum “Tann deiliga Havn”, sum William Heinesen og John Davidsen skrivaðu, tekningarnar strikaði meistarin Ingálvur av Reyni upp, hugleiða teir um ringu havnaviðurskiftini, sum tá vóru í høvuðsstaðnum. Sum teir taka til, táið ódnin brestur á: “Tá rýma skipini frá bryggjuni og teim vánaligu skipalegunum og sleppa sær inn á hin kyrra Skálafjørð at kroka.” Kommunan eigur kortini í sær so mangar aðrar vælsignaðar fasettir, m.a. nøkur av ringastu brimplássum í landinum, og yvirskipaði politikkurin hesi seinru árini hevur verið, at kommunan skal hugsast og stjórnast frá ytstu mørkum inn á miðjuna og ikki øvut, annars gongur hon sundur.

Mentanarvikan er eitt gylt høvi at seta samrakstrarmáttin í hásæti. Mentanin er ein sjálvsagdur fylgisveinur hjá hvørjum einstakum og staðbundna samfelagnum í gerandisdegnum, hendan vikan er nú meiri ætlað sum ein úrdráttur, ein sýnisgluggi, har til ber at síggja og merkja inn um húðina og skallabeinini, tað tærið sum býr í hesum fólkinum. Vit hava onga orsøk til at ganga lútandi um svæðini. Erni og hugmóð eru ikki tvær alnir av sama vadmali. Nógv magn, og ikki minst entusiasma, hevur verið virkið í mánaðir, fyri at fáa eina skilagóða skrá upp at standa. Í broddi fylkingar hava verið Kunningarstovan, Løkshøll, Bókasavnið og Mentanardeildin. Tað hevur verið hugaligt at fylgt eldhuganum, - heiðurin er teirra.

Ríkisdagurin í Svítjóð samtykti í 2009 m.a. hesa tesuna: “Kulturen ska vara en dynamisk, utmanande och obunden kraft med yttrandefriheten som grund. Alla ska ha möjlighet att delta i kulturlivet. Kreativitet, mångfald och konstnärlig kvalitet ska prägla samhällets utveckling.” Øll skulu eiga møguleikan fyri at vera partur av mentanarlívinum og framsagnarfrælsi er grundin. Frælsi undir ábyrgd – sjálvandi. Sama stavnhald eiga vit at gera til okkara.

Við jøvnum millumbilum vitja fremmandafólk Runavíkar kommunu. Tey koma úr øllum ættum frá ymsum tjóðum. Sum frægast royna vit at greiða teimum frá okkara og tjóðarinnar støðu. Yvirhøvur undrast tey yvir framtøkuna á øllum mótum hjá einum landi, sum liggur so margháttliga plaserað miðskeiðis í havinum. Unikt í mun til nógv onnur oyggjalond við sama vavi.

Ongin ivi er um at málið, móðurmálið, er bulurin í hesi menning. Tí verður sjóneykan aftur sett á málið hesar dagarnar. Í greinini “Málið” skrivar okkara fyrsti professari, Christian Matras, í 1958 soleiðis: “Í okkara øld hava yrkjarar, týðarar, blaðmenn og vísindamenn gjørt sín part til at ríka føroyskt mál, tað málið, sum Svabo helt onga framtíð at eiga. Í mongum lutum stendur málið betur fyri enn nakrantíð áður, men hvør maður sær, at til er eisini slíkt, sum lúgvar og brýtur. Í royndum veksur føroyingurin í dag upp við tveimum málum, og bæði munnliga og skrivliga otar danskt mál seg dag um dag inn í føroyskt tal.”

Nógv er hent hesi 65 árini, loftsnældur og alnót sveima um okkum sólarringin á tamb, og nú er bombardementið frá talgildum miðlum meiri ágangandi enn nakrantíð, frá angelsaksiskari mentan og enskum máli. Tað fáa vit onki gjørt við, men ongin kann forða okkum í at dubba afturímóti, tað skylda vit okkum sjálvum og ikki minst okkara eftirkomarum.

Tað hevur verið umráðandi at menna mentanarvikuna til ein vikulangan festival, sum ferðast út í hvønn krók í kommununi. Góðska er alfa og omega. Húsarúmd tað sama. Tey flestu hava hoyrt ævintýrið um tað gamla húsið hjá H. C. Andersen, har sagt verður: “Hvor længe skal det skrummel stå til spektakel her i gaden; så løber karnappen sådan ud, at ingen fra vore vinduer kan se hvad der sker i den kant! Trappen er så bred som til et slot og så høj som til et kirketårn. Jerngelænderet ser jo ud som døren til en gammel begravelse, og så har det messingknapper. Det er flovt!" Húsið varð foykt burtur og nýtt smíðað ístaðin.

Tað hendi ikki í Funningi, hóast støðan var hin sama. Annaðhvørt sendu vit ein bulldozara norður at taka dansistovuna niður, - ella skuldi hon endurreisast. Seinra loysnin varð vald við góðari undirtøku frá bygdarfólkinum. Hon er gjørd í upprunastand, og hartil er eitt kommunalt nátthús krøkt í hana, og í vikuni verður hon alment tikin í brúk aftur. Alt til heiðurs fyri bygdina, teir sum fingu hana upp at standa miðskeiðis í hinari øldini og ikki minst til heiðurs fyri kvæðini, ið vóru kvintessensurin, sum kelda til tað, at vit fingu móðurmálið aftur. Í Elduvík verður í næstum farið undir at byggja skúlan út, uttan at gera seg inn á hann, og í Skálafirði eru fyrireikingar og fígging komin væl áleiðis til tað, at fáa bygdini eitt bygdarhús upp at standa, sum avloysara fyri gamla og alt ov lítla skúlan.

Tað er nógv broytt um hesi svæði, síðan tær fyrstu summarstevnurnar her í økinum. Menning á flestu mótum og fólkatalið er fleirifaldað, bara her í økinum eru tríggjar spjaddar bygdir vaksnar saman til eitt býarskapilsi. Ein av okkara bestu høvundum, orðsnillingur par excellence, skrivar í savninum “Rustur sum viður og vindur” m.a. soleiðis: “Sum ellivu ella tólv ára gamal fóru pápi mín og eg á Skálafjarðarstevnu. Hetta var einastu ferð, at eg havi verið til hesa stevnu. Um pápi hevði verið á hesi stevnu áður, veit eg ikki, men hetta var í øllum førum fyrstu ferð, sum eg minnist, at hann var heima á sumri..........beinanvegin vit komu í land av Tróndi á Høgabóli, hittu vit ein av av gomlu vinmonnunum hjá pápa, og hann beyð okkum heim til sín úti í Saltnesi.

Haldi ikki, at tað var so øgiliga stuttligt hjá einum smædnum havnardreingi at sita ímillum tveir vaksnar menn, sum drukku ein snapsin fyri og annan eftir, og hoyra teir tosa á síni ósexutu dialekt um hvør ið var í slekt við hvønn, og hvør var burtur við hvørjum, og hvussu langt niðri á meginlandinum teir avreiddu veiðuna. Sjálvur fekk eg eina appilsinvatn, so eg hevði okkurt at pissa av. Tá gamli treiv í “Vit vóru saman í mangari ferð,” visti eg, at kenningin var komin og meira enn tað, eg eg spurdi, um vit ikki skuldu fara út á Toftir at vitja familju, so eg um ikki annað kundi hitta onkran á mínum egna aldri........Tá gamli hevði kenning, vaks frástøðan millum beinini. Tey fóru longri út til síðurnar. Kanska helt hann seg vera á einum skipi.........Vit endaðu inni hjá systkinabørnum hansara, tí stuttligasta manninum í bygdini og beiggja hansara, sum fegin vildi spæla harmoniku fyri mær. Sodavatn fekk eg eisini har. Ein havnardrongur tá á døgum var ikki serliga imponeraður av harmonikuspæli.

Eg spurdi hann, um hann kundi spæla okkurt eftir Jimi Hendrix. Tann mannin kendi hann ikki. Men Hendrik pápabeiggi kendi hann, men hann fekst ikki við musikk. So vit fingu okkurt norskt ístaðin. Og tá pápi fór at syngja “Kom frem i denne tid,” so visti eg, at tað var rættiliga alvorligt. At hann hevði fingið minst tjúgu snapsir afturat og bleiv stívur sum eitt rívuskaft.......... Annars fekk eg ikki nógv burtur úr hesi sokallaðu stevnu. Ongan kappróður. Ongar ballónir. Onki eydnuhjól ella tombola. Eingir javnaldrar. Ein bilur koyrdi okkum inn á Høgaból, so vit sluppu við seinasta túrin hjá Tróndi. Har var nógv fólk á bryggjuni sum gamli sjálvandi kendi, og onkur koyrdi enn ein snaps í hann.”

Hendan ferðafrásøgnin endar ikki her, høvundurin ger enn einaferð eitt rend inn á Skálafjørðin. Hann var boðin í eitt dupultbrúdleyp hjá tveimum systkinabørnum, og tann søgan er ikki minni skemtilig. Tey sum hava sæð kykmyndina hjá Danmark Radio frá einari stevnu her í økinum, miðskeiðis í sekstiárunum, kenna seg helst aftur í hesi einastandandi lýsing av hvussu vit, sum smádreingir, upplivdu stevnurnar, tá hvítttundraði kassamentaliteturin var í hæddini, og Kattrup og aðrir alkoholdistributørar í Keypmannahavn høvdu úr at gera við at fáa menn kátari enn vanligt millum túrarnar - og tað rakti á eina summarstevnu.

Mangur jakki hevði tá slagsíðu av eini pelafløsku úr Álaborg handan reversið. Menninir, m.a. pápi hansara, sum sipað verður til í frásøgnini hjá Tóroddi, vóru annars rættir álitismenn umborð á legendarisku skonnartini Kongshavn. Tað hava aðrir høvundar, eitt nú Magnus og Jóanes, umrøtt í øðrum syftum.

Stevnurnar eru vorðnar viðfáningar í mun til hátíðina í okkara ungu døgum, og festivalar og mentanarvikur hava loyst av á hesum parnassos.

Tað er umráðandi, at hvør einstakur kemur við sínum góða lagi og forvitni til tey tiltøk, ið eru sett á skrá hesar dagarnar. Hvør og ein má spenna sín egna boga, sum Sjóvarbóndin tekur til í Orminum Langa:

Einar skalt tú nevna meg,

ið væl kann boga spenna.

Tambar eitur mín menski bogi,

ørvar drívur at renna.

Úr skránni seyrar ein óvanlig skapanarmegi, sum hitt nú sjeyti ára gamla skaldið úti við Strond í høvuðsborgini einaferð tók til:

Hvør halgidómur, hvør órædd blaðgrein, hvør tendriproppur,

hvørt vovið teppi og dansurin um hvønn einasta totempela,

er ein áhaldandi lovprísan til skapanarkraftina.

Gud, tað er tú og eg

og so hendan seiglívaða endurtøkan av hinum seinnapartinum

fyri skjótt 2000 árum síðani.

Og verðin slóknar. Soleiðis endar skaldsøgan “Harmur einglanna” hjá Jóni Kalman Stefánssyni. Í okkara serliga føri byrjar hon nústaðni.

Hervið er mentanarvikan 2023 sett. Mátti hon verið tykkum happadrúgv.

Tórbjørn Jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo