Nógv ferðafólk í Føroyum eru sera ørkymlað í hesum døgum, tí tey vita ikki síni livandi ráð nú verkfall er. Størsti trupulleikin tykist vera, at tey ikki sleppa aftur og fram, tí bussambandið er sera avmarkað og tey sum hava leigað sær bil fáa í flestu førum bert hálvan tanga av brennievni, sum tey so mugu klára seg við, dagarnar tey eru í Føroyum.
Tey sum virka í ferðavinnuni fáa nógvar avlýsingar, og eisini umbønir um hjálp frá fremmandu gestunum. Men tað er sera avmarkað, hvat kann gerast, so leingi sum støðan er, sum hon er.
Visit Faroe Islands hevur gjørt eina síðu við góðum ráðum til tey ferðafólkini, har sæst hvussu verkfallið ávirkar.
- Vit biðja umbering fyri ampan, sum støðan kann elva til, og vóna, at tú hóast alt hevur eina góða uppliving, verður millum annað sagt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo