Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fólkaflokkurin: Fyrstu árini hjá barninum eru týdningarmikil og avgerandi fyri, hvussu barnið mennist og klárar seg í lívinum. Tí er umráðandi, at tey tíðliga í lívinum verða møtt á bestan hátt. Tíverri er stórur mangul av starvsfólki á summum dagstovnum.

Fólkaflokkurin hevur tí lagt uppskot fram fyri løgtingið, sum vónandi kann taka nakað av trýstinum á dagstovnunum.

Vit hava hoyrt um tað alt ov ofta: Alarmerandi trupulleikan við starvsfólkamangli á dagstovnunum, serliga í Tórshavanr Kommunu.

Vit hava eisini alt ov ofta hoyrt foreldur, sum ferð eftir ferð verða biðin um at avheinta barnið áðrenn tíð, orsakað av at ov starvsfólk eru til arbeiðs á dagstovnunum. Umframt tey foreldrini, sum ikki fáa barnið á stovn eftir barnsburðarfarloyvi.

Ein óvirðilig støða fyri foreldrini, sum ikki fáa arbeiðsfrið og gerast ørkymlaði um, hvussu alt skal hanga saman. Ein óvirðilig støða fyri dugnaligu starvsfólkini á dagstovnunum, sum mugu renna skjótari, og ikki hava tíð at skipa arbeiðið soleiðis, sum tey ætla. Men mest av øllum ein óvirðilig støða fyri barnið, sum skal fyrihalda seg til ein gerandisdag við ov fáum vaksnum fólkum runt um seg.

Fólkaflokkurin hevur tí lagt uppskot fyri løgtingið, hvørs endamál er at geva kommunum heimild at bjóða foreldrum eina veiting, um tey velja at vera heima hjá barninum.

Fyrstu árini eru týdningarmikil og avgerandi fyri, hvussu barnið mennist og styrkist til handfara avbjóðingar í lívinum og lívið sum heild. Vit sum samfelag skulu gera alt fyri, at tey árini eru góð. Ein tann besta íløgan, sum vit yvirhøvur kunnu gera.

Verandi skipan loyvir bert barnaansing, men Fólkaflokkurin vil geva foreldrunum ein valmøguleika afturat: At pengarnir fylgja barninum. Tað vil siga, at um foreldrini velja at hava barnið heima, fella pengarnir ikki burtur, men foreldrini fáa ágóðan av upphæddini.

Hetta uppskotið hevði møguliga lætt um trýstið á dagstovnunum. Umframt givið familjunum betri fíggjarliga fortreyt at velja, hvussu tey skipa seg í gerandisdegnum.

Øll vinna við hesum uppskot. Starvsfólk, arbeiðsmarknaðurin, foreldur,og ikki minst barnið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo