Trygdarserfrøðingar halda at kravdu mobilappirnar hjá Katar eru at líkna við at geva HM-landinum lykilin til títt heim, skrivar NRK.
– Tað er ikki mín uppgáva at geva ferðaráð, men persónliga fór eg ikki til Katar við mínari mobiltelefon.
Tað sigur trygdarstjórin hjá NRK, Øyvind Vasaasen, eftir at hva kannað HM-appirnar neyvt.
Øll sum skulu til Katar undir fótbólt-HM verða biðin um at taka niður appirnar Ehteraz og Hayya.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo