Sambært upplýsingum hjá KvF so doyðu øll rognkelsini í Svíni eftir einari nátt fyrr í ár, helst av sjúku, verður sagt.
Nú er ætlanin at gera støðina um til lívfiskastøð.
- Talan verður um sama slag lívfiskastøð, sum tann í Skopun. – Tað hóskar hon seg væl til, tí hon tekur sjógv inn, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti við KvF.
Rognkelsi hava verið ald á smoltstøðini í Svíni síðani 2019.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo