Fiskamarknaðurin sigur í síni meting fyri komandi vikuna, at allir partrolararnir í løtuni eru til fiskiskap, og tey flestu fara at landa nú í vikuni sum kemur ella fyrst í aðru viku.
- Øll fiska upsa, men fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu. Men fiskaríið er smáligt.
Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og kemur at landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku. Ein liggur við bryggju og ein frystitrolari fiskar svartkalva í Grønlandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo