Í familjum, har foreldur hava rústrupulleikar, er tað ofta rúsurin, sum setir dagsskránna – sum tekur orkuna og uppmerksemið í familjuni. Tí hava børnini og tey ungu í familjuni brúk fyri einum staði at seta orð á, hvussu rústrupulleikin hjá foreldrinum ávirkar tey. Øll hava rætt til góð barnaár, ið er fyribyrgjandi arbeiði hjá Bláa Krossi Føroya, bjóðar børnum, ungum og familjum eitt rúm til at tosa um júst hetta. Tí er navnið nú broytt til Títt Rúm.
Tað verður mett, at áleið 1200 børn og ung í Føroyum vaksa upp í heimum, har eitt foreldur hevur rústrupulleikar. Ein barndómur við foreldrum, sum drekka ov nógv kann fyri mong hava avleiðingar – eisini langt inn í vaksna lívið. Tí kann tað hjálpa at hava eitt stað at viðgera, hvussu rúsurin ávirkar ella hevur ávirkað – bæði fyri børn, ung og vaksin.
Sum nakað nýtt er tilboðið hjá Títt Rúm nú víðkað til at vera upp til 35 ára aldur. Talan er um ókeypis bólkar og einstaklingasamrøður til børn, ung og vaksin, sum hava eina mammu ella pápa við rústrupulleikum. Harafturat bjóðar Títt Rúm eisini foreldra- og familjusamrøður.
Bólkar byrja í heyst – nú eisini í Suðuroy
Seinastu árini hava nógv børn og ung havt gleði av ókeypis bólkatilboðnum hjá Títt Rúm í hølunum í Tórshavn. Bólkarnir byrja aftur í heyst, og nú er ætlanin eisini at byrja bólkar í Suðuroynni. Møguleiki er at melda seg til við at skriva til tittrum@blakross.fo ella við at ringja til 77 07 09.
Ein 15-ára gomul genta, ið hevur luttikið í bólki, sigur soleiðis um bólkarnar: ”Pápi mín byrjaði at drekka, tá ið eg varð fødd, og tí havi eg altíð følt at tað var mín skyld, at hann drekkur. Tá eg byrjaði í bólkinum fann eg útav, at tað ikki er mín skyld.”
Les meira um ókeypis tilboðini á www.títtrúm.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo