Øll flogferðsla í USA er fyribils steðgað.
Tað skriva fleiri tíðindastovur, og orsøkin er brek í eini telduskipan sum gevur flogførunum seinastu upplýsingarnar áðrenn tey fara á flog. Tað kann vera upplýsingar um flogfør sum eru um at seta seg, um arbeiði á breytini ella um flokkar av fuglum sum eru nærhendis og tí kunnu vera ein vandi.
Í øllum USA eru umleið 19.000 størri og smærri floghavnir, og tær eru allar raktar.
Klokkan verður í øllum førum tvey okkara tíð áðrenn flogførini aftur sleppa á veingirnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo