Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Varpið verður eitt framúrskarandi mentanarhús, sum vit øll fara at fáa gleði og gagn av.

Varpið er ikki, sum summi kanska halda, ein kommunalur stovnur, í Klaksvík.

Varpið er ein sjálvsognarstovnur - Sum eigur seg sjálvan.

Sostatt eiga vit øll Varpið. Allir føroyingar.

Tí eiga vit eisini øll, at gleðast um, og at stuðla, hesum spennandi nýbroti innan føroyskt mentanarlív.

Við Varpinum fáa vit eitt framúrskarandi og fjølbroytt mentanarhús, fyri allar føroyingar.

Tá farið varð undir so framsøkna verkætlan, heilt afturi í 2010, og fyri tað, so var tað tí man veruliga vildi tað, og veruliga trúði uppá tað. Tey vóru sera tilvitaði um týdningin av, at um Varpið skuldi gerast veruleiki, so máttu fleiri partar standa saman, og lyfta í felag. Og har kunnu vit í dag gleðast um, at samstarvið hevur verið fyrimyndarligt.

Klaksvíkar Kommuna hevur játtað 27 mió. kr.

Slots- og Kulturstyrelsen og Anlægsfonden hava játtað 18,5 mió kr.

Og avtalað varð upprunaliga, at Landið skuldi játta 17 mió. kr., yvir nøkur ár.

Í líknandi mentanarpolitiskum íløgum í Føroyum, hevur Løgtingið eisini havt ein týðandi leiklut. T.d. var luturin hjá Landinum í sjálvsognarstovninum SALT, 33% av savnaða íløgukostnaðinum. Hinir tveir triðingarnir komu frá Mærsk og Fólkatinginum. Aðrar líknandi verkætlanir hava fingið líknandi stuðul.

Tí fór eisini stýrið fyri Varpið við góðum treysti til verka, í teirri vón, at landið fór at fata og viðgera íløgustuðulin til Varpið á sama hátt. Vit gleddust um politisku avtaluna frá 2022 sum framroknaði tær 17 mió. yvir tey komandi árini. Vit fegnaðust um tær 5 mió í fjør, og ikki minni tær 7 mió í ár. Av somu orsøk høvdu vit stóra tiltrúgv til eisini at fáa tær seinastu 5 mió. á fíggjarlógini fyri komandi ár – 2024, so húsið var fult fíggjað, og vit endiliga kundu sleppa at bjóða øllum føroyingum inn, til stórfingnar og spennandi upplivingar.

Men nú verða fortreytirnar knappliga broyttar. Núverandi fíggjarnevndin vil ikki longur kennast við avtaluna frá undanfarnum fíggjarnevndum. Tí fær Varpið, eftir øllum at døma, ikki tær seinastu 5 milljónirnar sum resta í til tess at fáa húsið liðugt.

At ein avtala er gjørd undir eini aðrari samgongu, og við eini aðrari fíggjarnevnd, er møguliga eitt lógligt, men neyvan eitt legitimt argument, fyri nú at leypa frá eini gjørdari avtalu.

Eitt er so tað mentanarpolitiska órættvísi, at Løgtingið við hesum ger so stóran mun á líknandi almennum íløgum í Føroyum. Men tað er eisini eitt sera óheppið tekin um vantandi mentanarpolitiskar raðfestingar og visjónir, at Løgtingið kvettir ein so avgerðandi íløgustuðul av, til eina so týdningarmikla verkætlan á mentanarøkinum, enntá beint áðrenn húsið er liðugt, og stendur klárt til at taka í nýtslu.

Nýggja vakra og spennandi Varpið hjá Osbirni Jacobsen verður eitt mentanarhús í heimsflokki, sum allir føroyingar kunnu verða ernir av. Uttan úr heimi hevur húsið, sum verður nevnt ”lítla Harpa”, longu fingið stórt uppmerksemi og fleiri fyrispurningar. Bæði heimskend útlendsk, og eisini okkara egnu dugnaligu tónlistafólk, siga Varpið hava bestu ljóðgóðsku í Føroyum! Tað er torført at meta um framtíðartýdningin av hesum, longu nú. Men hann skal í øllum førum ikki undirmetast.

Ætlanin er sjálvsagt hvørki at skapa samanbrestir millum samgongu og andstøðu, ella at seta økir í landinum upp ímóti hvørjum øðrum.  

Men tað er einki at taka seg aftur í, at tað verður ein sera torfør støða sum Varpið kemur í, um vit kortini ikki fáa tær seinastu 5 mió sum vit høvdu roknað við. Tað var jú soleiðis íløgan ella fíggjarkarmurin upprunaliga varð skrúvaður saman, og tað eru júst hesar fíggjarligu fortreytirnar stýrið hevur lagt verkætlanina tilrættis eftir.

Við hesum verður tí send ein seinasta innilig áheitan til Løgtingið, um at játta tann írestandi íløgustuðulin á kr. 5 mió, so Varpið kann gerast veruleiki.  

Varpið er ikki ”bara” eitt mentanarhús í Klaksvík.

Varpið er ein mentanarpolitisk íløga, fyri allar føroyingar, fyri landið alt.

Ein íløga í okkara felags føroyska mentanarlív, sum Løgtingið sjálvandi hevur eina skylda til at stuðla.   

Við vón um vælvild.

Annfinnur Heinesen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo