Agurkutíðin í ár hevur verið merkt av kjaki um javnstøðu - ella neyvari: kynsjavnstøðu (gender equality).
Orðið "javnstøða" er seinastu árini vorðið hertikið av kynskjakinum, og tí hava fólk fingið ta fatan, at javnstøða einans snýr seg um javnstøðu millum kynini. Men so er ikki.
"Javnstøða" (equality) er eitt breitt orð, ið fevnir um ynskið at minka - ella "nærum-avtaka" - munirnar millum ymiskar samfelagsbólkar. Orðið er sum vera man nær slektað við orð sum javnrætt, javna ella javnað.
Nógvar ymiskar javnstøður eru hugsandi:
- kynsjavnstøða
- økisjavnstøða
- aldursjavnstøða
- sektorjavnstøða
- o.s.fr.
Av hesi orsøk er eisini týðandi, at vit í framtíðini brúka orðið kynsjavnstøðu um javnstøðu millum kynini. Kynsjavnstøðan hevur ikki patent upp á yvirskipaða hugtakið "javnstøða".
Í síðsta enda mugu aðrar javnstøður enn kynsjavnstøða eisini finna veg inn í javnstøðukjakið og møguliga javnstøðulógina. Vit mugu so at siga fáa "javnstøðu millum javnstøður".
Javnstøða skal tryggja demokratisku umboðanina
Havi lagt til merkis, at fleiri stjórnmála-, samfelags- og aðrir frøðingar hava gjørt kynsjavnstøðu til eitt hjartamál, ið tey vilja stremba eftir. Tað er ikki óvanligt, at fakfólk velja sær nøkur normativ mál at seta sær.
Tí vil eg við hesum eisini mæla til, at økisjavnstøðan verður vird á sama hátt sum kynsjavnstøðan. Tað hevur verið ein trupulleiki, at kvinnur ikki hava verið umboðaðar líka væl sum menn bæði í beinleiðis og óbeinleiðis fólkavaldum nevndum, ráðum og stýrum. Tí er hetta einki mótmæli ímóti stríðnum fyri kynsjavnstøðu.
Heldur er hetta eitt ynski um at seta økisjavnstøðuna á breddan. Tað er neyðugt at tryggja, at øll øki av Føroya landi verða umboðað - ikki bert í Løgtinginum, men eisini í teimum nevndum, ráðum og stýrum ið Løgtingið og Landsstýrið varða av.
Ein jøvn - og harvið rættvís - umboðan er neyðug fyri at geva flestum samfelagsbólkum møguleika fyri ávirkan. Um man ikki vil lata fólkið sjálvt velja síni umboð, mugu onnur amboð brúkast til at tryggja eina "umboðandi umboðan".
(Í síðsta enda er hetta eisini galdandi innanhýsis í kommununum - serliga í stórum, samanløgdum kommunum, har ávís øki hava lyndi til at detta niður í millum. Velji tó at skriva hetta í parantes fyri fyrst.)
Hvussu skal økisjavnstøða tryggjast?
Tá vit tosa um økisjavnstøðu í mun til kynsjavnstøðu, er gaman í lættari at skilmarka hvat kyn ein hoyrir til enn hvat øki ein hoyrir til. Enn so leingi eru kynini rættiliga væl definerað, hóast tey upp á longri sikt møguliga upploysast. Økini kunnu hinvegin skiljast á ymiskan hátt. Eru Streymnes og Oyrarbakki t.d. sama øki? Ella er annað í Streymoynni og hitt í Eysturoynni? Og kann Kollafjørður roknast upp í Norðstreymoy, nú bygdin er partur av Tórshavnar kommunu?
Hetta kann man sjálvandi kjakast leingi um, og tað hevur eisini avleiðingar fyri fleiri málsøki. (Í grundini er Norðstreymoy í dag býtt í trý: 1) Útnyrðingsstreymoy; t.e. Vestmanna og Kvívíkar kommunur, 2) Kollafjørður og 3) Landnyrðingsstreymoy; frá Hósvík og norðureftir.)
Tað umráðandi er tó prinsippið: at landsstýrisfólk syrgja fyri, at landið verður rímiliga javnt umboðað. Um t.d. ein kvinna vantar í einum nevndarsessi, so er ikki líkamikið úr hvørjum øki hon verður vald. Er t.d. als eingin suðuroyingur umboðaður í ávísari nevnd, eigur landsstýrisfólkið at leita eftir einari kvinnu úr Suðuroynni, ið kann lyfta uppgávuna.
Aldursjavnstøða, sektorjavnstøða o.a.
Eg havi við hesi grein ynskt at seta økisjavnstøðu á breddan, men tað eru eisini aðrar javnstøður, ið eiga at takast fyri fult.
T.d. er ikki í lagi, at almennar nevndir, ráð og stýri einans hava miðaldrandi limir. Neyðugt er eisini at hava ungfólk og eldri við.
Heldur ikki er í lagi, at almennar nevndir, ráð og stýri einans hava umboð úr almenna sektorinum. Neyðugt er eisini at hava fólk við úr ymsu privatu sektorunum.
Hetta er snøgt sagt neyðugt fyri at tryggja eina meiri umboðandi umboðan, ið tryggjar, at flestu partar av samfelagnum verða hoyrdir og ymisku áhugamálini í samfelagum verða javnvigað.
Vit hava í fleiri førum sæð, hvussu ein ov smøl økislig umboðan kann favorisera ávísar samfelagsbólkar fram um aðrar.
Økisjavnstøða í breiðari týdningi
Av tí at økisjavnstøða ikki er serliga nógv umtalað, kann vera trupult at ímynda sær hvat hetta hugtak potentielt kann fevna um. Tað stutta av tí langa er sjálvandi, at talan er um eitt prinsipp, ið eigur at gjøgnumsúrga allan politikk og alla fyrisiting, og at talan tí er um eitt hugtak, ið kann fáa nýtt innihald og nýggjar týdningar, sum tíðin líður.
Verður hugt við økisjavnstøðubrillum, eru fleiri økisjavnstøðuligir trupulleikar at síggja. Borgarar í ymiskum økjum fáa ikki somu sømdir í tí almenna, herundir tí kommunala. Við hesum førka vit okkum eisini inn á nakrar bygnaðarligar trupulleikar við føroyska almenna geiranum. Upp á longri sikt eigur allur almenni bygnaðurin at endurskoðast við økisjavnstøðuligum brillum.
Sum tað allarfyrsta hevði tó verið áhugavert at sæð uppteljingar av hvussu væl 1) kyn, 2) øki, 3) aldursbólkar og 4) sektorar eru umboðaðir í ymiskum ráðum, stýrum og nevndum innan tað almenna og tað kommunala. Tað hevði givið eitt innlit í hvar ymisku javnstøðutrupulleikarnir eru størstir.
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo