Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið:  Í minsta lagi ein næmingur við aðrari bakgrund enn føroyskari ella norðurlendskari er í hvørjum einasta skúlaflokki í landinum. Í ár hava skúlar søkt um tímar til 329 næmingar, sum tørvar undirvísing í føroyskum sum annaðmál.

Næmingar, sum flyta til Føroya, hava aðra mentan, aðrar vanar og annan atburð. Somuleiðis kann barnafatanin hjá foreldrunum vera sera ymisk frá barnafatanini hjá foreldrum í Føroyum, og fatanin av, hvat mann ger og eigur at gera í skúlanum, kann eisini vera nógv øðrvísi enn vit eru von við.

- Vit hava sæð, at nógv foreldur vænta sera nógv av børnum sínum, og tey ganga høgt uppí, at tey klára seg væl. Summar tíðir eru væntanirnar eisini veruleikafjarar. Nógv koma frá einum skúla, sum er eyðkendur av aðrari disiplin, enn vit eru von við, og nógv foreldur undrast á fría spælið í okkara skúla, sum summi halda er tíðarspilla. Vit møta nógvum hugsanum, sigur Hans Michael í Mittúni, varaskúlastjóri í Runavíkar kommunuskúla.

Síðan ársbyrjan hevur Runavíkar kommunuskúli havt móttøkuflokk. Í løtuni eru næmingarnir ellivu í tali. Tey koma úr Póllandi, Togo í Vesturafrika, Filipsoyggjum og Tailandi

Les alla samrøðuna í Skúlablað nr 3, 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo