Í hesum koronatíðum hava vit sæð at nógv er endað úti á netinum, sum annars var í til dømis einum konsertsali, samkomuhúsi ella fundarhøli - ella í eini hugnaligari stovu.
Koronatiltøkini hava sett avmarkingar so at siga allastaðni, eisini í okkara gerandisdegi, men gamla orðatakið "neyð lærur nakna kvinnu at spinna" er framvegis galdandi.
Damurnar á myndini, sum allar lesa í Odense, funnu eisini upp á ráð, og høvdu sín fyrsta bindiklubba á netinum í kvøld, har tær sita enn (meðan hetta verður skrivað), hvør í síni stovu men saman á netinum.
Í kvøld eru tær sjey, men tær eru vanliga fleiri enn sjey.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo