Løgmálaráðið: Løgmálaráðið hevur gjørt av at seta Oddbjørg Højgaard í starv sum stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins.
Oddbjørg hevur drúgvar royndir innan leiðslu og rakstur og eisini innan lýsingar, sølu og tænastur. Millum annað stovnaði og rak hon Dekostovuna í 15 ár og var stjóri á Hotel Hafnia í 8 ár. Oddbjørg kemur úr einum starvi sum stjóri á Gjáargarði.
Oddbjørg Højgaard tekur við starvinum 1. desembur 2024.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo