FSF: – Vit eru í einari positivari menning, men vit hava eisini lagt eitt miðvíst arbeiði í hetta, og hava bygt upp á síðani fyrsta dystin. So nú gleða vit okkum til at fara á vøllin og gera brúk av hesum.
Tað sigur Signe Pries Andersen, venjari hjá kvinnulandsliðnum, sum í hesum døgum fyrireikar seg til triðja umfar í UEFA Nations League kappingini. Dysturin verður á Djúpumýru í Klaksvík fríggjadagin 27. oktober klokkan 14:00.
Undan dystinum eru Aserbadjan og Kýpros fremst í bólkinum við 4 stigum í part. Montenegro er nummar 3 við trimum stigum, meðan Føroyar enn hava fyrstu stigini til góðar.
Atgongumerki til UEFA Women’s Nations League dystin millum Føroyar og Aserbadjan fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo