Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Nú í fleiri ár hevur kappingin um FM-heitið staðið millum hesar manningarnar. Á myndini eru vágamenn vinstrumegin, úr erva Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft, Silas Eyðsteinsson og Torkil Nielsen. Havnarmenninir eru úr erva høgrumegin Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Olaf Berg og Luitjen Akselsson Apol, standandi

Í morgin sunnudagin 8. januar er stórt felagsumfar í landskappingini í talvi. Vestmanna Talvfelag skipar fyri saman við Talvsambandi Føroya.

Allir dystirnir í teimum fýra vaksnamannadeildunum verða telvaðir í Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Byrjað verður klokkan 14.

Eftir dystirnir í hesum umfari er kappingin hálvrunnin.

Nú bresta oddaliðini í 1. deild saman í fyrra sínamillum toppdystinum. Sandavágs Talvfelag er hálvtannað stig fremri enn Havnar Telvingarfelag, sum er.

Einstøku úrslitini hjá toppliðunum eftir fyrstu fýra umførini eru hesi:

Sandavágur
1. Rógvi Egilstoft 4/4
2. Høgni Egilstoft Nielsen 4/4
3. Silas Eyðsteinsson 3/3
4. Jón í Horni Nielsen 2½/3
5. Rúnar Berg 1/0
6. Torkil Nielsen ½/1

Havnin
1. Helgi Dam Ziska 3/3
2. Martin Poulsen 0/0
3. Olaf Berg 3/3
4. Luitjen Akselsson Apol 2½/3
5. Carl Eli Samuelsen 1½/3
6. Sjúrður Thorsteinsson 1/1
7. Hjalti Toftum Jógvanson 1/0

5. umfar (8. januar)
Havnin - Sandavágur
Havnin B. - Klaksvík A
Klaksvík B. - Kollafjørður

Hinar deildirnar
Vaksnamannadeildirnar eru sum sagt fýra. Harumframt er ein unglingadeild, men teir telva mitt í viku. Hjá unglingunum er Havnin fremst og Sandavágur nummar tvey.

Í 2. deild er eisini toppdystur í fimta umfari. Her møtast Sandavágur og Vestmanna. Vestmenningar hava verið elevatorlið í nøkur ár, men Sandavágur hevur ikki havt tvey lið í fremstu deildini enn.

Spenningur er eisini í hinum deildunum, tí stutt er millum fremstu liðini. Sí støðurnar í teimum fýra deildunum niðanfyri.

2. deild, 5. umfar (8. januar)
Vestmanna - Sandavágur
Kollafjørður - Havnin
Klaksvík - Havnin B.

3. deild, 5. umfar (8. januar)
Toftir - Sandavágur B.
Rókur - Sandavágur A.
Kollafjørður - Kongshavn

4. deild, 5. umfar (8. januar)
Klaksvík A. - Gøta B.
Havnin - Vestmanna
Kongshavn - Rókur
Gøta A. - Rókur B.
Toftir - Klaksvík

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo