Freistin at lata tilboð inn til arbeiði av ferðavinnu- og menningarstratregi fyri Vágar & Mykines var 30. mars 2020. Tá freistin var farin, hevði setarnarbólkurin móttikið í alt 9 umsóknir.
Setanarbólkurin fyri verkætlanina hjá Visit Vágar, Sørvágs Kommunu og Vága Kommunu hevði samrøðu við 4 umsøkjarar.
Setanarbólkurin valdi at geva Odu Wilhelmsdóttir Andreasen møguleikan at arbeiða við verkætlanini.
Oda Andreasen er 47 ára gomul og hevur drúgvar royndir frá ferðavinnuni. Oda byrjar arbeiðið beinavegin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo