- Eg eri hildin uttanfyri og mítt virksemið er knúst. Tað sigur ein beisk Oda Andreasen sum fyri nøkrum árum síðani fór undir at reka virksemi innan ferðavinnu í Mykines.
Orðini fella í eini dagføring á facebook (sí niðanfyri).
Oda fílist á hvussu ferðavinnan í oynni verður skipað, og hon heldur lítið um nýggja og nógv hækkaða gjaldið sum knappliga er lagt á ferðafólk sum vitjað í oynni.
- Nú hevur man her kravt gjald i Mykinesi í 5 ár, hvar fara pengarnir? Her eru ongar gøtur gjørdar? Menna ferðavinnu og landbúnað og verja fugla- og djóralív, siga viðtøkurnar fyri grunnin, hvussu gera tit tað, spyr Oda Andreasen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo