Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: ICES mælir í síni nýggjastu ráðgeving fyri tosk, hýsu og upsa til, at minka veiðina av toski við 65% í 2022 í mun til tilmælið fyri 2021, og at minka veiðina av hýsu við 24%. Tilmælið fyri upsan er ein hækking á 27%.

Fiskiskapur á føroyska landgrunninum eftir toski, hýsu og upsa verður stýrt við fiskidøgum, og sambært umsitingarætlanini kann talið av fiskidøgum bert stillast 5% hvønn vegin. Grundað á tilmælini frá ICES, mælir Havstovan tí til, at fiskidagarnar eftir toski og hýsu í 2022 minka við 5%, meðan teir fyri upsa hækka við 5%.

Í 2021 vóru í minsta lagi ein fjórðingur av fiskidøgunum í heimaflotanum óbrúktir og hjá summum skipabólkum meir enn helmingurin. Av tí at allir hesir óbrúktu fiskidagarnir eru inni í skipanini, er trupult við núverandi umsitingarætlan at regulera fiskiveiðuna í nóg stóran mun, tí tað kann taka fleiri ár, áðrenn fiskidagarnir eru á einum støði, har veiðan reelt verður regulerað.

Eitt so mikið stórt tal av óbrúktum fiskidøgum merkir, at potentiella veiðiorkan ger, at tað ber til brádliga at økja um veiðitrýstið munandi, um fiskiskapurin verður betri, ella um ein góður árgangur kemur inn. Hetta sæst týðiliga henda í toskafiskiskapinum, har støðan hjá stovninum batnaði í eitt nú 2018 og 2019, og veiðitrýstið beinanvegin øktist frá umleið 15% til 45% av stovnunum, sí mynd 1 niðanfyri.

Búskaparráðið mælir tí til, at óbrúktir fiskidagar vera tiknir úr fiskidagaskipanini og at skipanin við døgum verður eftirmett.

Les várfrágreiðingina hjá Búskaparráðnum her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo