Leygarkvøldið 24. februar kl. 19:30 hava Oasubrøður útgávukonsert í Marghøllini í Sørvági í sambandi við, at teir hava givið sína fyrstu fløgu út.
Konsertin er partur av konsertferðini, sum er hetta vikuskiftið í Oasuni í Hoyvík, Marghøllini í Sørvági og Kelduni í Skálafirði.
Konsertin er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Eftir konsertina verður okkurt gott til góman.
Oasubrøður eru Tórbjørn Láadal, Harald M. Haraldsen, Sofus Joensen og Steindor Hjaltalin.
Tónleikarar á útgávukonsertunum eru Thomas B. Thomsen, Beddi Hansen, Johann Danielsen, Torben Koch, Jákup Gunnarstein og Eyðun Jacobsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo