Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Sá røktingarmannin røkta seyðafylgið, nú lembingin er í hæddini. Hann fekk fylgið inn í eitt stik og lat portrið aftur. Hinar ærnar, ið ein annar seyðamaður tók sær av, vórðu hildnar burturi. Hóvliga vórðu tær riknar burturfrá stikinum.

Girðingin gjørdi skilna millum ærnar. Hjá tí ókunniga sá tað út sum um talan var um eitt fylgi. Svá var tó ikki, og ymisk vóru korini hjá ónum. Innanfyri girðingina var krubban full av hoyggi. Uttanfyri var støðan ein onnur, og ærnar bíðaðu eftir sínum røktingarmanni.

Soleiðis eru viðurskiftini á jørðini, har hirðarnir eru fleiri. Soleiðis eru korini, har menniskju ráða og valda. Vit og hini, okkara og tykkara.

Teir jarðligu røktingarmenninir røkta einans sítt egna fylgi. Hetta eru korini, og soleiðis er tað.

Men júst soleiðis eigur tað ikki at vera, tá ið vit lýsa ta kristnu trúnna, tala um samfelag teirra heilagu og nýta myndina um Jesus, at hann er hin góði hirðin.

Evangeliski boðskapurin fær dýpd og innihald, tá ið Jesus um seg sjálvan sigur: Eg eri hin góði hirðin. Myndin av hirðanum er væl kend í halgubók. Kirkjur og samkomur eru seyðafylgi og verða røktað av Jesusi, ið er hirði teirra kristnu.

Jesus hugsar øðrvísi og fevnir breiðari enn aðrir hirðar. Jesus hevur umsorgan fyri hinum einstaka, tí hann er hin góði hirðin. Hann setir lív sítt til fyri seyðirnar.

Jesus hevur ein víðan og fevnandi sjónarring, og hann rekur ongan burtur. Villist ein seyður burturfrá, leitar hann, inntil hin burturvilsti verður funnin. “Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið. Eisini teir eigi eg at leiða.”

Orð Jesu eru full av umsorgan og kærleika. Her hómast ikki sundurlyndi, ið tekur dagar ímillum menniskju. Øll eru líka fyri lógini, ið verður tulkað gjøgnum Jesu náði og kærleika. Guð ger ikki mannamun. Hann sær øll tey, sum eru í Jesusi, sum síni børn og himmiríkisins arvingar.

Tað er áhugavert og fyrimyndarligt at vita hjá teimum kristnu. Jesus røktar okkum, sum liggja á biti á okkara egna heimabeiti = kirkju/samkomu. Men, hann røktar eisini tey, sum ikki hoyra uppí okkara fylgi = kirkju/samkomu.

Menniskjan er áhugaverd og dýrabar í Guðs eygum. Júst tað sama virðið, sum vit hava, hava eisini onnur í øðrum kirkjum og samkomum.

Vit eru ikki meira verd enn onnur. Vit eru eins nógv verd sum hini. Og onnur hava sama mál av virði sum vit.

Tað er evangeliið, at Jesus elskar øll, hóast sjónligur munur er í útsjónd og atferð. Jesus elskar øll, ið ákalla hansara heilaga navn uttan mun til, um siðvenjan í kirkjuni er tyngri ella lættari í samveru, talu og lovsangi.

Jesus elskar øll børn síni uttan undantak. Hann bað himmalska faðir sín um, at heilagur andi mátti fylla hjørtu teirra trúgvandi og hjørtu teirra, ið koma til trúgv við orðsins boðan.

Triðja páskadag í 2023 var ein felags gudstænasta í Oasuni í Hoyvík. Boðskapurin var fyltur við kraft og gleði í heilagum anda. Ikki færri enn níggju kirkjur og samkomur lótu Guðs heilaga anda nema hjørtuni undir sama taki samstundis.

Her var eingin meira enn ein annar. Biskupur er takksamur fyri, at eisini fólkakirkjan lovprísar tí upprisna Jesusi við Guðs anda og kraft saman við øðrum samkomum.

Góður tónleikur og sangur lyftu sinnið upp. Bøn og ein kveikjandi tala fingu okkum á føtur til tess at prísa Guði. Í trúnni á Jesus og tað fullgjørda verkið á Golgata eru vit búgvin at møta Guði nú og á evsta degi.

Vit vóru nomin av Guðs heilaga anda, og løtan var lívgandi. Persónliga varð eg uppbygdur og glaður. At møta øllum hesum kristnu brøðrunum og systrunum í Harranum var ein løta uppi á einum heilagum fjalli. Ella ein løta í Oasuni, ið styrkti einleikan og heilagleikan í okkara framhaldandi ymiskleika. Eitt friðskjól, ein rennandi løkur við hvíldar áir.

Saman eru vit sterk. Tað er als eingin orsøk at stúra og klaga. Í Jesusi Kristi vinna vit sigur á høvdinga teirra illu anda. Vit vórðu endurnýggjað og fylt við kraft úr tí høga, og saman virka vit fyri tí góða á hvør sínum staði. Saman í nærleika í dagligari frástøðu. Saman í anda og sannleika og bundin hvør at øðrum í heilaga andans nærveru.

Andi Guðs byggir brýr, og letur okkum trúgvandi í Jesu navni ganga yvirum frá deyðanum til lívið. Tað kendist í Oasuni, at vit vóru frelst frá syndini og egnum fordómum. Vit vórðu endurnýggjað í trúnni á Jesus Krist sum Harra og frelsara. Amen.

Orðið: “Eg havi eisini aðrar seyðir, sum ikki hoyra upp í hetta fylgið. Eisini teir eigi eg at leiða, og teir skulu hoyra reyst mína, og tað skal verða eitt seyðafylgi, ein hirði. (Jóhannes 10,16).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo