Flestu fakta í gongdini, sum veruliga orsakaðu sjálvstýrisbyltingina undan aldarskiftinum, vóru sostatt óviðkomandi í sendingini ‘O móðurlandið’. Harafturímóti bleiv sendingin, so hvørt sum partarnir liðu, sjónliga ein partapolitisk dokumentarisma.
Sjónleikur, sum endaði við páhaldum um, at hóast stórur framburður hevur verið í Føroyum og at Føroyar teljast millum ríkastu samfeløg í heiminum, so eru vit ávegis fámannaveldi, har ognirnar eru hjá privatum vinnurekandi - heldur enn hjá landinum at fíggja fullveldistøkuna.
Síðani verður sipað til Grønland, har sjálvstýrisrákið, sambært vertinum, er merkisvert og burdi verið okkara fyrimynd. Sammetingin er absurd.
Við donskum ríkisstuðli uppá 5 til 6 milliardir árliga, kortini við massivum sosialum trupulleikum, kolossalum avbjóðingum í undirvísingarverkinum, umframt, at tað er høpisleyst at hugsa sær, at 55.000 grønlendingar, harav 10.000 danir, skulu kunnu røkja eitt land uppá 2 mio ferkilometrar, umframt havøki, var tilsipingin hjá vertinum púra burturvið.
Í speisemi helt verturin, at ”meðan nýkomna sjálvstýrisrákið andar yvir Grønland, so tykist spurningurin í Føroyum um at taka størri ábyrgd av sær sjálvum og gera seg heilt leysan av donsku ríkisveitingini, ikki so viðkomandi longur”.
”Tvørturímóti er fatanin av okkum sjálvum, sum samrunnin minniluti í danska eindarríkinum, kanska heldur styrknað enn viknað síðan aldaskiftið”.
Hetta er sum tikið úr stevnu Tjóðveldis.
Eingin forðar fullveldinum
Verturin veit, at við sjálvstýrislógini frá 2006, er heimilað okkum at yvirtaka øll mál, bert við teirri treyt, at vit rinda fyri máløkini. Sjálvstýrislógin var samtykt undir ABC-samgonguni við Jóannes Eidesgaard sum løgmanni.
Tað er heldur eingin forðing fyri, at vit fara úr kongaríkinum. Einasta treytin er, at vit yvirtaka málini, sum eru karmurin um ríkiseindina undir einum, t.e. uttanríkismál, verjumál, hægstarætt og pengamál.
Hetta hevur Løgtingið, tvs. fólkaræðið í Føroyum, samtykt. Somuleiðis Fólkatingið.
Tjóðveldi, sum nýtir hvørt høvi at gera seg upp sum verji fyri fólkaræðiligum mannagongd-um, leggur vertin á hesa samtykt.
Eins og teirra viðmerkingar til yvirtøkuna av fólkakirkjuni í 2007, har floksins skrivliga niðurstøða var soljóðandi “Fyribrigdið yvirtøka er kolonialt. Eitt gyrði hugtak, sum verður brúkt til at spæla fólk í húsi við inni í donsku ostaklokkuni Føroyar. Nú stendur fólkakirkjan fyri at vera yvirtikin – sigst.”, virkar flokkurin framvegis í sjálvdrátti, har allar demokratiskar avgerðir bert eru galdandi, hóska tær í teirra paralellverð.
Tí leggur Tjóðveldi alla orku í at sláa politiskt platt upp á uttanríkismál og verjumál – hvørt einsæris sjálvandi.
Flokkurin veit, at málsøkini hanga saman, og at Løgting og Fólkating hava samtykt, at verður farið eftir hesum málsøkjum, so merkir tað loysing, tá tey, saman við omanfyri nevndu, eru karmar um ríkiseindina. Men tað stigið torir Tjóðveldi ikki.
Tí er betur alla tíðina at seta seg í offurrolluna og hava loysingargrýtuna smáprutlandi við organiseraðum trúloysi og soleiðis erta politisku skipanina.
Hofleverandørur
Í ’O móðurlandið’ vóru flestu viðmerkjararnir tilvildarligar persónar, sum tóktust lærhvølpar at byggja undir setuppið hjá vertinum um sjálvstýrisrørsluna.
Viðmerkjararnir høvdu ongan politiskan týdning. Kendu neyvan substansin og orsøkina til skiftið í almannahugsanini og enn minni innihaldið í bankakanningini. Tí var valið av viðmerkjarum nærum komiskt.
Um sendingin hevði til endamál at vera sending, Tjóðveldinum til heiðurs, so var valið av vitnum kanska sjálvsagt.
Hofleverandørur og viðmerkjari var sum vera man formaður Tjóðveldis. Hann fekk nærum óavmarkaða tíð at leggja út tekstin, í sjálvsnøgd ertandi at allýsa sjálvstýrisgongdina, har hann sjálvsagt var svarið.
Fakta er kortini púra øðrvísi.
Í nærum øllum politisku viðurskiftunum, síðani hann trein um tinggáttina, hevur hann oftast verið trupulleikin heldur enn møguleikin.
Við sínum trábeitni hevur hann forkomið mongum loysnum. Lítil ivi er um, at var handalagið betri, so var semja í 2000 við danir um sjálvstýristilgongd, sum stórur meiriluti av føroyingum vildu tikið undir við – ja, allarhelst ríkjafelagsskap, var rætt atborið.
Ikki tí, symbolikkurin var í hásæti og set-uppini gjøgnumseyrað av sjálvsnøgd og vissuni um, at vera kallaður - 1766, 1866, 1966 osfr.
Fyrrverandi næstformaðurin í Tjóðveldi kallaði eisini formannin at vera heimsmeistara í manipulatión.
Í 2008 í CHE-samgonguni legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, kongin orsakað av treiskni og trúloysni hjá formanninum.
Í samgonguni frá 2015 til 2019, gjørdist lógin um sjófeingi nærum ein ólukka. Lógaruppskotið varð trumfað gjøgnum tingið hóast 39 av 40 hoyringspørtum staðiliga mæltu frá uppskotinum, eins og serfrøðinganevndin, sum gjørdi frágreiðing um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, als ikki var var hoyrd, tá samanumkom.
Og nú í 2023 er aftur galið. Í ólukkuliga krígnum í Ukraina, skuldi tað verið so sjálvsagt, at vit løgdu okkum í kjalarvørrin av Noreg, men nei.
Fyrst var løgmaður fóðraður við rongum tølum á tíðindafundi á Viðareiði.
Síðani hevur landsstýrismaðurin lýst kunngerð, sum fer at skaða bæði høvuðsvinnu og avleiddar vinnur á landi í lutfalsliga nógv størri mun, enn samsvarandi tiltøk í okkara grannalondum. Aftur dømi um klossuta handalagið, sum frá byrjan.
Politiska sannføringin hjá vertinum
Í Breddanum 2. juni var samrøða við vertin og leiðaran á mentanardeild KvF’s um ’O móðurlandið’.
Har var lagt fyri dagin, at tað var meira áhugavert at hoyra sokallaðu progressivu føroyingarnar enn aðrar, hvør teir so vóru?
Bara tað, at almenni miðilin fer at definera hvørji eru progressiv og onnur ikki, tykist meira enn ósmæið.
Víðari var sagt, ”at tað ráddi um at vera trúgvur móti søguni, og at tí sluppu bert fá at gera viðmerkingar? Og at man skal ikki seinka søguni við øðrum meiningum”?
At flestu viðmerkjarar vóru politiskar partskeldur og tjóðveldisfólk, var sostatt valið hjá vertinum.
Eisini helt hann, at talan ikki var um traditionellan journalistik, sum ikki egnar seg til breiðar søgufrásagnir. Fokus skuldi vera á tað progressiva í søguni, sum gevur meira áhugaverda søgu við fría forminum.
Altso dokumentarisma, sum gevur vertinum óavmarkað frælsi at nágreina innihaldið eftir egnum tykki.
Leiðarin av mentanardeildini hevði ikki stórvegis at leggja afturat, burtursæð frá, at hon helt alt vera í ordan við sendingini. Leiðarin kvitteraði við at siga, at talan var um eitt ”ordiliga flott produkt”.
Samanumtikið nærkaðist ’O móðurlandið’ partapolitiskari fiktión, sum bar brá av søgureingjan.
Sending, har persónar, hendingar og tilburðir tilætlað vórðu skrivað úr søguni, meðan onnur og aðrir tilburðir vórðu nágreinaðir sum fakta.
Slík dokumentarisma líkist teimum forteljingum, sum vit kenna úr londum, ið vit ikki vilja samanberast við.
Sannlíkt er, at hvørki leiðari í mentanardeildini ella stjórin í KvF halda ella duga at síggja, at miðilin verður nýttur at gera persónliga uppspuna til fakta, uttan at hyggjarin frammanundan verður kunnaður um tað.
Avleiðing?
Hetta er so álvarsamt, at er nakað skil á stýrinum fyri KvF, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í lógini og øðrum fyriskipanum um virksemi hjá KvF verða fylgdar, so tekur stýrið sendingina ’O móðurlandið’ til álvarsama viðgerð og tekur neyðug stig, so almenni miðilin ikki áhaldandi gerst tíðindafitilendi fyri parthallum hugsjónum, sum verða borðreidd sum fakta.
Bjarni Djurholm
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo