Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Havi leingi ætlað at hugleiða um 6. (síðsta) part av annars góðu søgurøðini hjá Suna Merkistein (ogn er í honum), tí endin var dapur- og ikki bjartskygdur.

Veit so frægt um søgu og landafrøði, at einki lítið oyggjaland á okkara breiddarstigi í heiminum, ið livir av fiskiveiði (og nú) fiskaaling, hevur verið so signað við framburði farnu 250 árini sum Føroyar – hóast stíg og bakkøst nú og tá.

Meti, at Føroyar eru søguligt eindømi, undantak og eitt (Guds) undur fyri tað mesta.

Hóast nakað seint, so tó onkur viðmerking til ymiskt, ið heimildarfólkini (tey flestu víðgongd Tjóðveldi) søgdu í 6. parti.

Flestu halda, at Høgni Hoydal kom sum ein annar ‘messias’ niður úr skýnum út á (KvF) skíggjan í 1998 og bjargaði Føroyum.

25 tingfólk av 33 eru ósamd við tað sjónarmiðið.

Carli skrivar føroyskt
Carl Johan Jensen fíltist á, at 99% av ungum føroyingum fáa útbúgving í Danmark, lesa mest danskt og hava danska tilvitsku.

Hann sigur, at einki kritiskt ella veruligt orðaskifti er í miðlunum.

Tað er júst sum í USA, Carli, har 90% monopolpressan verjir Dem sosialismu.

Spell, um so er her, tí KvF kostar 90 mió kr árliga fyri 100 starvsfólk í Sortudíki.

Tey flestu á tíðindadeildini eru javnaðar- ella tjóðveldissosialistar.

Mong eru politiskir agitatorar fyri ymsar religiøsar turkatrúgvir, t.m. Tjóðveldi, Javna og klimakultismu, ið ræða lívið úr fólki.

Tann brosandi John Johannnesen gníggjar sær í lógvarnar fyri hvønn eldsbruna í heiminum (eisini teir ásettu).

Teir flestu ‘journ(sosi)alistarnir’ brúka KvF sum lopfjøl inn í Løgtingið.

Heimildarfólkini í KvF ein lítil klika (20-30) og tey flestu víðgongd vinstravend.

Hattin av fyri Carli
Ná, men fyrst hattin av fyri, at Carli tosar og skrivar væl føroyskt. Tað er at fegnast um, eftir at hansara forfedrar í 3 ættarlið skrivaðu og tosaðu danskt.

Men, Carli, ver errin av, at tá langabbin kom til Føroya úr Danmark sum ‘agitator’ ímóti rúsdrekka, rýmdi hann ikki niðuraftur eftir fólkaatkvøðuna í 1907.

Nei, gamli ‘meiarist Jensen’ grundaði og bygdi eina risa fyritøku, Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik, ið virkaði í 3/4 øld.

Spegla tær í tínum donsku forfedrum, Carli. Teir livdu ikki av almennum borðfæ á einum donskum diplomatiskum matrikli í London undir Danabrók.

Nei, teir skaptu mat (og drekka) á borðið hjá 100-tals húsarhaldum kring landið.

Størri álit á donskum stovnum
Jan Lamhauge harmaðist, at føroyingar hava størri álit á donskum stovnum (løgreglu, dómsvaldi o.t.) enn á føroyskari yvirvøld.

Fútans orð eru lóg í Føroyum, helt Jan. Tað skulu orð Fútans helst verið.

Eg varnaðist, at bert 59% av Føroyingum trúðu tí, ið KvF førir fram.

Kanska var tað, áðrenn Jan og Barbara byrjaðu sjálvi á ‘Frihedsbrevet’.

Neyvan høvdu fleiri fólk havt álit á teirra miðli, um hann t.d. æt ‘Frælsiskjalið.’

Astrup og Jan samdir
Astrup Hansen hevði hug at stuðla Jan. Teir vóru samdir um, at Eik Banki royndi at snýta landskassan fyri 90 mió kr í skatti.

Men rættarliga rapaði teirra sjónarmið sum eitt korthús.

Astrup legði sína køldu hond á føroyskt vinnulív í 10 armóðsár við ofta at krevja minst sama eginpening til hvørja verkætlan, sum bankin fíggjaði.

Astrup stjóri, tann danska bankajuntan og danskir sosialistar vóru lítið sømiligir, tá teir lumpaðu føroyskar javnaðar- og tjóðveldissosialistar og ‘den såkaldte landsbankdirektør’ til at kíka og býta partabrøvini í bankunum.

Tjóðveldi gav okkum mønustingin, tá teir á tingi eftir donskum harraboðum hækkaðu toppskattin upp í 73% í 1993.

Tá mistu føroyingar ondina og vónina næstu 5 árini við 5.000 flóttum til Danmarkar og 20% arbeiðsloysi.

Høgni, Magni og Kaj Leo loysing
Høgni Hoydal og Magni Arge hildu Fámjinsskjalið vera ein svikasáttmála.

Tað má vera framstig, at Løgtingið fekk við tí heimild til sjálvt at yvirtaka øll málsøki við at gjalda tað, yvirtøkan kostaði.

Hini 5 ‘ríkismálini’, gjaldoyra, kongshús, rættar-, uttanríkis- og verjumál, verða bert yvirtikin, um Løgting, Fólkating og Føroya fólk atkvøða fyri tí.

Hetta seinasta verður trupult, tí í 2001 vísti ein meiningakanning, at bert 43% av føroyingum vóru fyri fullveldi og 57% ímóti.

Vit vita ikki, hvør fólkaviljin er í dag, hóast Føroyar eru nógv ríkari enn tá.

Tað, Kaj Leo løgmaður seinni segði um loysing og ríkjafelagsskap, fekk Sambandið at skelva í grót og grund.

Tjóðveldi hevur verið í 4 samgongum síðan 2001 og tá havt ávirkan.

Í 3 av teimum 4 fjaraði í landskassanum. Tjóðveldi stakk halan millum beinini, stakk í sekkin og stakk av úr samgongu í ótíð (meðan ‘reyvin gengir’).

Grønlendsk ‘tungutala’ á Fólkatingi
Eitt uppáhald var, at nú fer Grønland undan Føroyum til fullveldi.

Tann nýggja MF fyri Grønland, Aki Mathilda Høegh-Dam, byrjaði knappliga at røða á grønlendskum, sum danskir MF-arar fyrst hildu vera politiska ‘tungutalu’.

Henda Aki Mathilda kravdi loysing í tráð við ta grundlóg, ið grønlendingar (danskir embætismenn í Grønlandi?) løgdu fram í Landstinginum í Nuuk, ið trummudansarar í tjóðbúna fagnaðu so fagurt á fundinum.

Føroyar fáa 600 mió kr árliga í blokki úr Danmark, t.e. 8% av løgtingsfíggjarlógini (= 10.000 kr pr føroyska nøs).

Grønland fær 10 ferðir so nógv í blokki, t.e. 60% av grønlendsku fíggjarlógini (= 100.000 kr pr grønlendska nøs).

Um Landstingið tekur sjálvstýri frá Danmark (NAT0) nú, so leypir CCP, Kina-Kommnistar til og rinda 10 mia í blokki árliga.

So mutrar CCP grønlendskar politikarar, eins og Peking hevur keypt Afrika frá afrikanska fólkinum.

CCP hevur eisini mutrað korrupta sosialistin Joe Biden og tískil USA, ið tískil eru gíslar hjá Peking.

... Ná, men nú bleiv hetta so drúgt, at eg haldi fram í næstu viku, og tá verður serliga nortið við, hvussu Føroyar kundu fingið sjálvstýri sum ‘aðrar smátjóðir’.

Men tann uppskriftin verður alt ov skarpur lútur til skurvut (sosialistisk) høvd.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo