Í samband við nýggja skúlaárið er Ó givið við at prenta plastik Ó-kort, ið gevur lesandi avsláttur kring landið.
- Á hvørjum ári skráseta nærum 2000 lesandi plastikk Ó-kort. Vit hava, síðani vit byrjaðu í 2011, prentað út við 14.000 plastkort. Plast er ein av størstu umhvørvissyndarunum, sigur Hanus Samró, stjóri í Ó.
- Ó-kortini eru ein dropi í havinum, men vit kunnu ikki krevja av øðrum, um vit ikki gera tað sjálvi. Tí eru vit givin at prenta plastik Ó-kort. Vit hava ístaðin talgildað Ó-kortini, so at vit sleppa undan plastikkortum, sigur Hanus Samró.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo