Í nýggja Ó-blaðnum, ið júst er komið út, er ein vísindalig kanning av Tinder nýtsluni hjá ungum í Føroyum.
Meinar Ortind og Dávur í Dali, ið eru útbúnir ávikavist cand. scient. med. frá Aalborg Universiteti og b.sc. í sálarfrøði frá Háskóli Íslands, hava gjørt kanningina.
Kanningin vísir í stuttum, at 17,5% av øllum føroyingum búsitandi í Føroyum, í aldrinum 18 til 30 ár, eru á Tinder. Til samanbering kann sigast, at bara 11,1% av føroyingum í sama aldusbólki eru gift. Sostatt er tað meiri vanligt í aldursbólkinum at vera á Tinder, enn at vera giftur.
Í teimum yngru aldursbólkum (18-21 ár) eru yvir 20% av føroyingum búsitandi í Føroyum á Tinder.
Kanningin vísir eisini, at konufólkini hava fleiri at velja í millum á Tinder samanborið við mannfólkini. Fyri hvørt konufólk á Tinder eru 2,58 manfólk.
Teir funnu tilsamans 377 konufólk og 972 mannfólk í aldrinum 18 til 30 ár.
Tey flestu ungu hava ella kenna til appina Tinder. Um ikki, kann stutt sigast, at talan er um eina dating app, har tú á telefonini kann finna tær ein maka. Tinder varð sett á stovn í 2012. Í dag eru út við 50 milliónir brúkarar skrásettir kring heimin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo