Eg eri alt annað enn politikari, men eitt kann eg kortini siga øllum, og tað er at við sitandi samgongu stýra vit beint út av eggini.
Eg sá hetta beinan vegin at valt var, og eg rokni við at tey flestu síggja nú hvussu samfelag okkara kemur at síggja út við sitandi samgongu. Tað hevur samgongan so í hvussu er víst okkum, og útlitini eru ikki góð. Eg trúgvi at sjálvt fleiri í Javnaðarflokkinum síggja nú hvønn veg sitandi samgonga leiðir okkum. Teir ovurstóru feilir samgongan hevur gjørt, vísa hetta, og tað er jú galið við nærmast øllum sum samgongan setir út í kortið.
Áðrenn sitandi samgonga koyrir alt av knóranum, er skilagott hjá øllum føroyingum at krevja at samgongan nú leggur frá sær, og at valt verður av nýggjum.
Birgir Jakobsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo