Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er eftir ráðum frá gomlum norskum politikkara, at javnaðarmaðurin á Fólkatingið hevur tikið avgerðina, at innfiltrera og skeikla tað annars greiðu avtaluna viðvíkjandi blokkstuðulskipanini, ið gjørd er millum føroyska og danska politiska valdið!

Ráðini vóru, sigur hann: Bruk makten, mens du har den! Og tað hevur hann valt at gera. Tað er við síni makt, sigur hann, at hann í fleiri ár hevur kræddað Føroyum pening omaná hin ivaleysa høga blokkin.

Men tað er slutur og vrøvl!

Meðan Breckmann og Ejdesgaard, hvør í sínum lagi, høvdu makt, tí teir gjørdust avgerandi atkvøður, hvørt Danmark skuldi hava vinstra- ella høgrastjórn, hava Sjúrður og Edmund als onga makt á Fólkatingi hetta valskeiðið. Teirra atkvøður eru bara avlopsatkvøður. Danska fíggjarlógin verður syngjandi samtykt á Fólkatingi, einsfeitt um teir báðir atkvøða fyri ella ímóti!

Teir hava sostatt hvørki makt at krevja nakað sum helst, og hava ei heldur nakað at lata afturfyri tað, teir fáa! Teir eru sostatt ikki annað enn tveir føroyskir biddarar á fólkatingi, ið fáa olmussugávur og harvið gera bæði sær sjálvum og øllum føroyingum fyri skommum!

Taka annað skinn um bak!

Skuldi Sjúrður einaferð í framtíðini fingið politiskt vald, er at vóna, at hann tekur sær annað skinn um bak.

Hann eigur tá - havandi í huga at miðalføroyingurin framleiðir størri peningaligt virði enn miðaldanin, at føroyska BTÚ er hægri enn hitt danska, og ikki minst at pensónsskattatrýstið í Danmark er munandi hægri enn hitt føroyska - heldur at lækka enn hækka byrðuna hjá danska skattgjaldaranum, og soleiðis heldur minka enn vaksa um danska stuðulin til føroyska samfelagið!

Her heima eiga løgting og landsstýri eisini at taka sær annað fyri, og bæði fáa peningaligu viðurskiftini millum lands- og statskassa aftur í rættlag - og ikki minst: Geva bæði ítróttar- og mentanarvirkseminum so høga raðfesting, at álmussugávur úr danska statskassanum gerast óneyðugar!

Stutt til Virgar Dalsgaard:

Síggi tygum viðgera ein greinastubba, eg setti á VP herfyri, og í tí sambandinum teingja meg saman við ávísum tjóðveldisfólkum. Tað eiga tygum ikki at gera! Eg havi ongantíð kent meg drignan at Tjóðveldi - Haldi Tjóðveldi er sosialistiskur flokkur, og trúgvi als ikki sosialisman fer at styrkja føroyskt sjálvræði!

Tjóðveldi vil loysingina her og nú, meðan eg sigi sum undanfarni sambandsløgmaðurin Kaj Leo Holm Johannessen - Lati okkum sum skjótast umleggja ríkisfelagsskapin til ein ríkjafelagsskap! Í hvussu so er sum eina fyribilsloysn!

Ivist onga løtu í, at Føroyar og føroyska samfelagið kunnu rekast sum ein sjálvberandi búskaparlig eind, har vælferðin verður á minst líka høgum støði, sum í okkara grannalondum, um rætt verður farið fram!

Hyggið tygum bara, hvat verður skrivað omanfyri viðv. føroyskari framleiðslu og BTÚ og leggi so aftrat hesum, tað uppritið sum sitandi sambandsløgmaðurin í seinastu viku fekk handað frá arbeiðsbólki - hansara sokallaða Vakstrarforum - har gjørt verður honum púra greitt, hvussu lætt tað verður hjá okkum føroyingum at økja okkara framleiðslu og útflutning við rímuliga nógvum milliardum komandi árini! M.a. tí sømir tað seg als ikki fyri okkum føroyingar at hava tvey biddaraumboð gangandi niðri á Christiansborg!

Virðiliga
Svend Aage Ellefsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo