Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í hesum døgum kemur nýtt savn eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Savnið eitur: Av heilum hjarta. Hetta er trettanda savnið eftir Oddfríð.

Permuna hevur Jón Sonni Jensen gjørt.

Savnið, sum Oddfríður nú gevur út á Sprotanum, er ikki eitt vanligt yrkingasavn, sum vit kenna tað.

Talan er um eitt savn við japanska yrkingaforminum, sum nevnist haiku. Hetta er tískil fyrsta savnið við upprunaføroyskum haikum.

Ymiskir aðrir føroyskir rithøvundar hava roynt seg við hesum tekstaslagi, men ongantíð er eitt heilt savn givið út við upprunaføroyskum haikum.

Hvat er so eitt haiku? Jú, Haiku er eitt japanskt slag av yrking, sum er hvatskrivað, og bygnaðurin svarar til innihaldið. Haiku lýsir stutt náttúruna í menniskjanum og menniskjað í náttúruni.

Í Evropa hevur haiku fingið tann formin, at eitt haiku er í trimum reglum, og hvør reglan hevur ymisk stavilsi. Fyrsta regla hevur fimm stavilsi, onnur regla hevur sjey stavilsi og triðja regla hevur fimm stavilsi. Innihaldið í einum haiku er eisini hevdbundið.

Tað skal skrivast í nútíð, og tað sipar ofta til ein dag ella eina hending í eini árstíð, og tað skal (royna) at fanga kjarnuna í eini løtu. Endamálið við haiku er at skriva soleiðis, at lesarin óvæntað fær innlit í eitt bragd.

Haiku er ein opin hurð, sum tykist afturlatin. Eitt dýpi, sum tykist grunt. Fá orð um tað mesta.

Av heilum hjarta er býtt sundur í árstíðirnar. Tað byrjar við heystinum og tí melankolska. Síðani kemur veturin, tann harði og beinrakni. Eftir hann kemur várið við sláttrinum og ljósinum, og at enda trínur summarið inn sum ein forloysandi megi. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo