Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-001/2023 eftir tingskipanini § 52 a til Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í lógarmálum, frá Honnu Jensen, løgtingskvinnu, um útoyggjamál
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar ábøtur eru sambært landsstýrismanninum tær mest átrokandi fyri kor og trivnað á útoyggj í Føroyum?
2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at raðfesta útoyggjamál í arbeiðinum hjá landsstýrinum?
3. Nær verður nýtt álit um menningarætlan fyri útoyggjar gjørt?
Svar
Til nr. 1
Yvirskipað eri eg av teirri fatan, at eitt trygt og regluligt ferðasamband er sjálvt grundarlagið undir møguleikanum fyri at kunna liva á útoyggj í Føroyum. Fyri meg hevur tað tí alstóran týdning, at vit skjótast gjørligt fáa sett gongd á arbeiðið við at endurnýggja strandfaraskipini. Tí fegnist eg eisini um, at tað á fíggjarlógini fyri 2023 eru settar 3 mió. kr. av til at gera kanningar og fyrireikingar í sambandi við eina ætlaða endurnýggjan av skipunum.
Til nr. 2
Samgongan hevur sett sær fyri at styrkja møguleikarnar hjá útoyggjum at mennast. Ein fyritreyt fyri hesum er, at tað verður gjørt eitt nýtt útoyggjaálit við eini greiðari menningarætlan fyri smáplássini. Sum landsstýrismaður í útjaðaramálum havi eg yvirskipaðu ábyrgdina av nýggja útoyggjaálitinum, og tað er fyrst og fremst hetta, eg fari at hugsavna meg um og raðfesta komandi árini.
Farið verður undir nýggja útoyggjaálitið innan stutta tíð, men eg kann í løtuni ikki siga nakað um, nær arbeiðið verður liðugt.
Til nr. 3
Sí svarið til nr. 2.
Bjarni Kárason Petersen
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo