Innsent: Onskvøldið 31. august byrjar nýtt ungdómstiltak í Vági.
Tað eru fólk í bygdini, sum saman við fólki úr Meinigheitshúsinum hava prátað um møguleikarnar fyri at gera eitt hugnaligt kvøld, har ungdómur kemur saman til spøl, kappingar, andakt, samanspæl og annað.
Nú verður so lagt til brots og hava fyriskipararnir vónir um, at hetta gerst ein møguleiki hjá ungdóminum at samlast uttan “online” samband allatíðina, men heldur koma hvør øðrum við, og við tíðini sjálvi taka meira ábyrgd av tiltakinum.
Meinigheitshúsið, sum er gamalt hús hevur fingið nakrar ábøtur og eru ætlanir um enn fleiri, so karmarnir eru longu nú góðir, men gerast eisini enn betur.
Tiltakið er ætla ungdómi úr 7. flokki og uppeftir og er hvørt onskvøld kl. 20.00 til umleið 21.30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo