Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

FourMENh er ein tónleikabólkur, sum sá dagsins ljós summarið 2011. Upprunamanningin var Mouritz Mohr, sum spældi sologittara og sang, Elmar Hansen spældi trummur, Njál Reinert Petersen sang, spældi kassagittara og ljómborð, og Hugo Leo sang og spældi bassgittara.

Navnið FourMENh er eftir forbókstøvunum á teimum fýra tónleikarunum. FourMENh legði seg eftir at spæla dansivinarligan tøkutónleik, og hava FourMENh spælt javnan til ymisk tiltøk, t.d. Countryfestival, Dansibandsfestival, stevnudans og bátafestivalar.

Síðani summarið 2015 hevur manningin verið tann sama. Mouritz Mohr spælir sologittara og syngur, Jens Pauli Joensen spælir trummur, Njál Reinert Petersen syngur og spælir kassagittara (Njál er við, tá hann ikki er til sjós), Hugo Leo syngur og spælir bassgittara, og Magni Husgaard spælir upp á ljómborð.

Byrjanin til sangin “Kærleikin er besta mið” byrjaði um ársskiftið 18/19, tá ið Countryfestivalurin bað teir spæla á festivalinum 14. juni 2019. Tónleikararnir í FourMENh vóru samdir um, at tað hevði verið stuttligt og mennandi fyri bólkin at gera egin løg, og tað gekk ikki so leingi, so hevði bólkurin nøkur løg. Tekstirnir hava Páll Isholm, Tórhallur við Gil og Eyðun Klakstein skrivað.

Magni Husgaard hevur gjørt lagið, og Páll Isholm hevur skrivað tekstin til sangin “Kærleikin er besta mið”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo