Ungi og evnaríki tónleikarin hevur verið í upptøkuhølunum og hevur nú latið nýtt staklag frá sær.
Lagið kallast “Burt Í Minnunum” og er fyrsta staklagið av seinnu fløguútgávuni, sum er ávegis.
Hetta er eitt lætt og fangandi akustiskt lag við nógvum gittarum, klaveri og røddum.
Lagið er innspælt í Studio Heima í Søldafirði. Marius Ziska og Esben Svane hava produserað lagið.
Hans Jacob Kollslíð hevur skrivað orðini og Hans Andrias hevur gjørt lagið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo