Tjóðsavnið: Snultisoppaslagið Ophiocordyceps gracilis er nýtt soppaslag í Føroyum.
Nýggja slagið av soppi var funnið á árliga ruddingardegnum á Velbastað um vikuskiftið. Plantufrøðingurin á Tjóðsavninum, Kolbrún í Haraldsstovu, sum býr í bygdini, gekk og tók rusk upp framvið vegnum og hevði sjálvandi eyguni eftir tí sum vaks rundanum. Á bønum beint omanfyri vegin kom soppaslagið upp í mosalendinum, umleið 3 cm til longdar.
Í samstarvið við Thomas Holm Carlsen, lívfrøðing frá norska stovninum NIBIO varð staðfest, at talan er um eitt slag av soppi, sum ikki er staðfest í Føroyum áður.
Ophiocordyceps gracilis er í familju við somu soppasløgini sum hava givið íblástur til væl umtóktu sjónvarpsrøðina ” The last of us”. Ein røð sum er um sombifiseraði menniskju, feingin av soppi. Tó snultar hetta soppaslagið bert ormveruna hjá náttfirvaldi, og er skrásett ymsastaðni í Skandinavia. Lítil vitan er um útbreiðslu og lívfrøðina hjá hesum soppaslagi.
Yvirlit yvir útbreiðslu av Ophiocordyceps gracilis kunnu tit finna her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo