Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tjóðsavnið: Snultisoppaslagið Ophiocordyceps gracilis er nýtt soppaslag í Føroyum. 

Nýggja slagið av soppi var funnið á árliga ruddingardegnum á Velbastað um vikuskiftið. Plantufrøðingurin á Tjóðsavninum, Kolbrún í Haraldsstovu, sum býr í bygdini, gekk og tók rusk upp framvið vegnum og hevði sjálvandi eitt vakið eyga við tí, sum vaks rundanum. Á bønum beint omanfyri vegin stakk soppaslagið seg upp í mosalendinum umleið 3 cm til longdar.

Í samstarvi við Thomas Holm Carlsen, lívfrøðing frá Norska stovninum NIBIO var staðfest, at talan er um eitt slag av soppi, sum ikki er staðfest í Føroyum áður.

Ophiocordyceps gracilis er í familju við somu soppasløgini, sum hava givið íblástur til væl umtøktu sjónvarpsrøðina ”The last of us”. Ein røð, sum er um sombifiserað menniskju feingin av soppi, tó snultar hetta soppaslagið bert ormveruna hjá náttfirvaldi. Soppaslagið er skrásett ymsastaðni í Skandinavia, tó er lítil vitan um útbreiðsluna og lívfrøðina av hesum soppaslagi.

Yvirlit yvir útbreiðslu av Ophiocordyceps gracilis kunnu tit finna her:

https://www.gbif.org/species/2560575 https://www.gbif.org/occurrence/2398916242

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo