Fyrsta í nýggja árinum skal legendariski bólkurin Rolling Stones á turné í Suður-Amerika. Og síðani liggur leiðin í upptøkuhølini at taka upp nýtt album, váttar 71 ára gamli Richards.
- Tað kom seg soleiðis at eg var ein túr í London og hitti dreingirnar. Og ja, vit hava nú definitivar ætlanir um at spæla inn nýggjan tónleik, sigur Richards.
Viðmerkingin hjá Richards fall sum hann er í New York har hann kunnar um sítt fyrsta soloalbum í 23 ár. Albumið kallast «Crosseyed Heart» og verður til sølu fríggjadagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo