Trý reiðarí innan fiskivinnuna og eitt innan ferðafólkaflutning fara nú at bjóða Magn og Effo av í nýggjum oljufelag.
Reiðaríini innan fiskivinnuna eru Framherji, JFK og Einniberg, og reiðaríið innan ferðavinnu er Smyril Line.
Nýggja felagið hevur fingið tveir dugnaligar mans frá Magn at seta gongd á.
Og stjóri í felagnum er Rói Kalsø.
Ein av fyrstu døgunum fæst at vita, hvussu nýggja felagið eitur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo