Miðnámsskúlin á Kambsdali eitur nú Miðnám á Kamdsdali og hevur fingið nýtt búmerki, sum ímyndir tvær ternur á flogi.
HF-skeiðið í Klaksvík, sum er partur av sama stovni, fær sama búmerki.
Í fjør vórðu Føroya Handilsskúli á Kambsdali og Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy lagdir saman í ein skúla. Nú hevur skúlin so fingið nýtt navn og búmerki.
Navnið er ein stytting av hugtakinum miðnámsskúli. Hetta er greiðari og snøggari navn at brúka. Navnið er sett við klassisku og vøkru Garamond-skiini, ið hóskar væl til ein skúla, har fakligur førleiki og almenn
búgving eru í miðdeplinum. Enska heitið á skúlanum er Kambsdal College.
Búmerkið ímyndar tvær ternur á flogi. Terna er løtt á flogi, knøpp í vendingini og verjir um sítt. Hon ferðast langt, men kemur altíð heimaftur. Ternan er vøkur bæði á liti og í skapi. Tvær ternur saman finna eisini eitt lættari flog enn ein terna einsamøll. Ternan hevur tí nógvar av teimum eginleikum, sum Miðnám á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeið seta sum mál fyri næmingar og starvsfólk.
Næstu vikurnar verður kunnað um nýggja skúlan og útbúgvingar skúlans.
Miðnám á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeið er skúli við sera fjølbroyttum tilboðum. Heilar seks breytir eru á Kambsdali og fyrireikingarbreyt er í Klaksvík. Harumframt hevur skúlin akademiútbúgving og skeiðsvirksemi.
Skúlin bjóðar fram eitt livandi og ølbroytt undirvísingarumhvørvi við eiri enn 600 næmingum og 100 starvsfólkum í nútímans kørmum.
Í sambandi við samanlegging, navn og búmerki verða heimasíðurnar í løtuni dagførdar. Nýggju síðurnar eru www.kambsdalur.fo fyri Miðnám á Kambsdali og www.klhf.fo fyri Klaksvíkar HF-skeið.
Krea í Saltangará hevur ment nýggja samleikan hjá Miðnámi á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeiði, og Estra/Vasti í Syðrugøtu hevur ment heimasíðuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo