Í dag gevur BYRTA nýtt myndband út og lagið eitur Hennara dansigólv.
Tað eru júst 3 ár liðin síðan bólkurin síðst gav út staklag og myndband, men nú er bólkurin aftur í upptøkuhølunum og arbeitt verður við eini nýggjari fløguútgávu, sum kemur út fyrru helvt av 2019.
Hennara dansigólv er fyrsta staklag av komandi útgávu og Silvurdrongur er gestarappari á lagnum.
Tað er Heiðrik á Heygum sum hevur gjørt myndbandið, sum er tikið upp á takinum á Havnar Klubba.
Lagið verður tøkt á Spotify og itunes heilt skjótt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo