Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Nýggja lagið kallast “Bert eitt tal” og handlar um júst hetta.

“Aldur, bert eitt tal, vit hava eitt val

Ber tær tað í huga

Geva skarvin yvir áðrenn dysturin er liðugur

Ella lata gleðina ráða”

Herborg greiðir soleiðis frá:

Tá videolagið skuldi gerast, fór eg at hugsa um eitt ótrúliga fitt og lívsbekreftandi video, sum eg av tilvild sá eina ferð á Youtube. Eitt par sum dansaði heima í eini stovu, til tónar sum onkur í familjuni hevði gjørt.

Eg deildi videolagið á Facebook, og har gekk ikki long tíð, áðrenn dótturin til parið skrivaði og segði:”Hatta eru foreldur míni, Hans og Margret í Líðini.” Tað vísti seg, at pápin doyði ikki so langt aftaná, hendan vakra dansin.

Eg skrivaði so til hana fyri nøkrum døgum síðan og spurdi, um eg kundi sleppa at brúka brotið í mínum videolagið og eftir at hava práta við mammuna, vendi hon aftur og segði ja tað eri eg ómetaliga takksom fyri.

Eg ynskti, at sangurin skuldi hava eina írska kenslu yvir seg og tað haldi eg, er eydnast væl.

Og minnist til: Vit mugu liva, so leingi vit liva.

Orð og lag: Herborg, Framleitt: Danny Beck Guitar, bass  bodhram: Danny Beck Violin: Richard Sanderson

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo