Mikudagin 22. februar kom nýggja lagið “Product Of Time” út.
Hetta er fyrsta lagið sum Heri Schwartz hevur givið út sum einstaklingur.
Heri er best kender sum tangent spælarin við stóra skegginum í Boys in a Band, sum gjørdu nógv um seg fyri nøkrum árum síðani.
Lagið er um kunstigt vit (AI) og kápumyndin er gjørd á listaskálanum, har visit Faroe Islands hevði eina framsýning av AI sum listasniðgeva.
Heri eigur lag og tekst, og Høgni Lisberg hevur framleitt. James Thomas hevur ljóðblandað og Jan Eliasson hevur masterað.
- Lagið kann hoyrast á øllum stroymingartænastum her: https://orcd.co/productoftime
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo