Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

- Føroyar eru heimsins besta stað, í hvørt fall fyri okkum, sum hava tað gott! Ongin ivi um tað! Og eg elski at kunna koyra gjøgnum Eysturoyartunnilin, tá eg skal ørindi hinumegin fjørðin! Og at sleppa undan siglitúrinum úr Vestmanna, tá eg skal ein túr til Danmarkar. Skil meg rætt!

Men eg skilji simpilthen ikki, hvussu man kann finna so gigantiskar peningamongdir, tá tað kemur til tunnlar, leikhús og arena´ir, men at tað samstundis er ómøguligt at skaffa pening, tá tað kemur til at hjálpa teimum sum hava tørv á tí.

Soleiðis skrivar Herborg sjálv um nýggja lagið.

Og hon heldur fram:

- Uttan iva eitt kempi putlispæl, sum skal ganga upp, og eg eri glað fyri, at eg ikki skal leggja tað, men er tað ikki skeiv raðseting? Burdi tað ikki verða menniskja framum tunnlar?

Lagið eitur "Landaplágan" og skal fyristilla, at verða ein politikari, sum prátar við ein heimleysan, sálarsjúkan mann. Eg havi skrivað orð og lag, og hetta er uttan iva tann mest persónligi sangurin, sum eg havi skrivað.

Danny Beck hevur framleitt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo