Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í hesum døgum verður nýtt undirlag lagt á Tórsvøll. Arbeiðið verður liðugt um góðar seks vikur - Mynd: Hans Erik Danielsen

Í hesum døgum verður nýtt undirlag lagt á Tórsvøll. Arbeiðið verður liðugt um góðar seks vikur - Mynd: Hans Erik Danielsen

Í hesum døgum verður nýtt undirlag lagt á Tórsvøll. Arbeiðið verður liðugt um góðar seks vikur - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Fyri tíggju árum síðan, tíðliga á heysti í 2011 vórðu ljósmastrarnar á Tórsvølli tiknar í brúk, og árið eftir bleiv grasið skift út við graslíki. Síðan tá eru fleiri dystir spældir, umframt at eitt ótal av venjingum hava verið á vøllinum.

Men nú er tíðin komin at skifta graslíkið, og sostatt bleiv 5-1 sigurin hjá A-landsliðnum móti Liktinstein tann seinasti á gamla undirlagnum.

– Vøllurin hevur roynst okkum væl, og vit hava eisini fingið fleiri góð úrslit. Men hann er nógv slitin, og tí varð avgjørt at skifta vøllin nú, so vit kunnu taka nýggja undirlagið í nýtslu til landsdystirnar í septembur, sigur aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya, Virgar Hvidbro við heimasíðuna hjá FSF.

Um alt gongur eftir ætlan verður arbeiðið liðugt um einar seks vikur. Síðan skal vøllurin, ið er av merkinum Polytan, góðkennast, áðrenn manslandsliðini hjá Ísrael, Danmark og Moldova, og kvinnulandsliðið hjá Spania koma til Føroyar í septembur mánað at spæla HM-undankappingardystir á nýggja graslíkinum á Tórsvølli.

Arbeiðið, at leggja nýtt graslíki á okkara tjóðarleikvøll, verður gjørt í tøttum samstarvi millum Fótbóltssamband Føroya og Tórshavnar kommunu.

Umframt at skifta graslíkið, verður stoytdoyvingarundirlagið, ið liggur undir sjálvum graslíkinum, eisini skift, og harafturat verður sprinklaraanleggið kring vøllin dagført og lagt á nýggjum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo