Í dag týsdagin 8. juni 2021 byrjar arbeiðið at endurnýggja stoytdoyvingarlagið og graslíkið á Tórsvølli í Gundadali.
Í hesum tíðarskeiðnum koma akfør, maskinur og arbeiðsfólk at virka á økinum á og kring vøllin.
Børn, ung, foreldur, venjarar v.m. vera biðin um at vísa stórt ansni við trygdini, meðan arbeiðð fer fram, og at halda seg uttanfyri stadion og tey avmerktu økini sunnanfyri Tórsvøll. Arbeiðið verður væntandi liðugt 23. juli 2021.
Í meðan arbeiðið fer fram hava feløgini og FSF umlagt virksemið í Gundadali, og eisini flutt nakað av virkseminum til aðrar vallir í kommununi.
Ráðgevi á verkætlanini er P/F LBF. Veitari er Metatron ehf. Nýggja graslíkið, ið verður lagt á Tórsvøll, er av merkinum Polytan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo