Húsligt arbeiði drepur neyvan nakran. Men hví taka kjansin?
- ókend

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur sett nýtt Fólkaskúlaráð. 

Nýggja Fólkaskúlaráðið tekur við 1. januar 2025 og skal sita í trý ár.

Uppgávan hjá Fólkaskúlaráðnum er at geva landsstýrismanninum ráð í øllum málum um fólkaskúlan. 

Fólkaskúlaráðið kann umrøða og gera tilmæli til landsstýrismannin um arbeiðsøki, skipan, faklig-, námsfrøðilig- og trivnaðarlig viðurskifti í fólkaskúlanum. 

Í sínum arbeiði hevur ráðið møguleika at leita sær ráðgeving hjá serkønum, ið hava royndir og vitan á økinum.  

Fólkaskúlaráðið ger sjálvt sína fundarskipan við støði í teimum málum, sum landsstýrismaðurin ynskir viðgjørd og teimum málum, ið ráðið sjálvt heldur eru umráðandi at varpa ljós á og veita landsstýrismanninum ráð um. 

Nýsetta Fólkaskúlaráðið er mannað við hesum limum:

Jónleif Johannesen, skúlastjóri á Skúlatrøð, formaður
Høgni V. Warberg, fulltrúi í Barna- og útbúgvingarmálráðnum, samskipari
Rúna í Skála, námslektari í námsfrøði og frálærufrøði, útbúgvingarleiðari fyri læraraútbúgvingina
Nomi Jacobsen, skúlastjóri í Skála skúla 
Súni Jacobsen, lærari í Gulaskúla
Henny Dánialsdóttir, lærari og ráðgevi í Námi í handaverki og list
Jákup Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag
Janus Vang, umboð fyri Foreldrafelagið Heim og skúla
Maria á Boðanesi, ráðgevi í Sernámi 
Annbritt Toftegaard, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, skrivari

Janus Vang vantar á myndini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo