Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Rói Kalsø

Leif Hovgaard

Rói Kalsø

Leif Hovgaard

Krafta Energy: Fólkini aftan fyri nýggja oljufelagið meta, at tað er pláss fyri fleiri enn tveimum leikarum á oljumarknaðinum í Føroyum. Eisini eru eigararnir sannførdir um, at tað verður øllum samfelagnum til gagns við meiri kapping.

Felagið hevur fingið navnið Krafta. Nevndin er mannað við Árna Ellefsen, formanni, Jóhannu Lava Køtlum og Róa Kalsø sum nevndarlimum.

Rói Kalsø og Leif Hovgaard eru ávikavist stjóri og sølustjóri í Krafta. Báðir hava teir drúgvar royndir innan oljuvinnuna í Føroyum, har teir hava starvast í Magn samtakinum í samanlagt 27 ár.

Eigaraskarin er umframt Róa Kalsø og Leif Hovgaard. Smyril Line, JFK, Framherji og FARCOD.

Krafta hevur ætlanir um at byggja eina oljugoymslu í Føroyum. Arbeitt verður í løtuni at finna ta røttu staðsetingina.

Oljugoymslan, ið Krafta fer at lata byggja, verður eitt íkast til tilbúgvingina í Føroyum, havandi á huga, at oljugoymslurnar í Føroyum ikki eru nóg stórar sambært tilmælinum hjá International Energy Agency, IEA.

Krafta fer í fyrstu atløgu at leggja seg eftir at veita gassolju til skip í Føroyum og uttanlands.

Í tíðarskeiðinum fram til, at oljugoymslan stendur klár, fer Krafta eitt nú undir oljumekling og ráðgeving til skip og virkir.

Rói Kalsø

Leif Hovgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo