Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Framtak: Saman við Petur Larsen, NM Holding og Farcod hevur Framtak sett eitt nýtt felag á stovn, sum skal vinna seg inn á altjóða flakamarknaðin við talgildum, kappingarførum flakamaskinum og nýmótans umsitingarloysnum.
    
Hvítfiskavinnan um allan heim hevur torført við at endurnýggja vinnutólini, tí lítið liggur eftir á botnlinjuni. Úrslitið er, at vinnan í stóran mun hevur eldri framleiðslutól, sum hava lutfalsliga lága úrtøku og torført at lúka vaksandi krøv frá myndugleikum.

Petur Larsen í Fuglafirði hevur lagt til merkis hesa avbjóðing, og fyritøkan hevur tí seinastu árini ment mekaniskar og talgildar loysnir til eldri flakamaskinur, sum betra um raksturin og úrtøkuna. Í 2020 tók P/F Petur Larsen á seg at menna eina nútímans talgilda flakamaskinu frá grundini.

Týska fyritøkan, BAADER, sum er ein av heimsins størstu maskinframleiðarum til fiskivinnuna, keypti verkætlanina og rættindini at framleiða og selja maskinuna, sum Petur Larsen hevur ment. Maskinan var almannakunngjørd á stóru fiskivinnustevnuni Seafood Expo í Barcelona í apríl. Maskinan fær góð ummæli, og úrslitini eru góð.

Tað er ein stór og kostnaðarmikil uppgáva at menna nýggjar flakamaskinur og at vinna seg inn á ein nýggjan marknað. Tørvur var á sterkari beinum at standa á.

 - Vit halda, at hetta er eitt spennandi projekt, sum passar væl til Framtak. Talan er um eitt hátøkniligt menningarprojekt innan fyri eina vinnu, har vit í Føroyum frammanundan hava eitt høgt kunnleikastøði, sigur Ben Arabo, stjóri í Framtak.

 - Tað, at Petur Larsen longu hevur ment eina maskinu frá grundini, prógvar at tey duga tað, tey hava sett sær fyri. Og tað hevur sjálvsagt stóran týdning, leggur Ben Arabo aftrat.  

Sum ein vinnurekandi grunnur vil Framtak virka sum ein vágafúsur og tolin íleggjari, ið er við til at menna føroyskar vinnur, har nýskapan og langtíðarætlanir eru neyðugar.

Familjufyritøka í menning
Petur Larsen hevur 50 ár á baki, og fyritøkan hevur øll árini veitt viðlíkahald, tænastur og eykalutir til Baader maskinur. Siðbundni parturin av fyritøkuni er ryggurin í fyritøkuni og fær framvegis fremstu raðfesting. Men tað var eyðsæð fyri Rógva Róin, stjóra í Petur Larsen, at altjóða marknaður var fyri nýmenning innan hvítfiskavinnuna.

 - Tí settu vit menningardeildina á stovn og tað hevur gingið væl. Men menningararbeiði krevur nógva orku og nógvan kapital, so vit fóru at leita eftir íleggjarum og samstarvsfelagum. Vit eru serstakliga errin av, at Framtak og hinir íleggjararnir síggja somu stóru møguleikar sum vit, sigur Rógvi Róin, stjóri í Petur Larsen.

Partapeningurin í nýggja menningarfelagnum verður 10 milliónir krónur, og ætlanin er, at fyrstu flakamaskinurnar fara undir royndarframleiðslu hjá kundum fyrra hálvár í 2023.

Umframt Framtak eiga privatu íløgufeløgini NM Holding og Farcod í nýggja menningarfelagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo