Filmurin a faraway land snýr seg um kvinnu úr Filipsoyggjum sum er gift føroyingi. Men tá ein journalistur úr heimlandinum kemur til Føroya at gera eina sending um filipinskar kvinnur, sum eru giftar til Føroya, rennur saman ímillum tey bæði.
Ímillum leikararnar, sum teir flestu eru útlendskir, telist eisini Hans Tórgarð.
Filmurin a faraway land verður tøkur á Netflix stroymingartænastuni hósdagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo