Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Jólini eru ein nýggjur møguleiki. Vit kunnu byrja av nýggjum. Ella vit dagføra og endurnýggja tað, ið krevur ábøtur, so lívið verður livandi nærvera.

Hóast vit vanliga fata jólahald sum endurtøku, har vit syngja somu sálmar og sangir, har vit vitja frændur og kenningar, har vit eta kendar rættir ár eftir ár, so eru jólini upprunaliga ein nýggj byrjan.

Tíðin áðrenn Jesu føðing, og tíðin eftir Jesu føðing. Við Jesusi fær menniskjan ein nýggjan og óspiltan møguleika. Alt, ið vegna synd og ólýdni órógvar viðurskiftini við Guð, kann fáast í rættlag. Guð gav okkum møguleikan til eina sáttargerð, og hansara partur liggur ikki eftir. Hann gav okkum Jesus sum frelsara frá synd, dómi og deyða.

Tá ið vit játta okkara mistøk og biðja um fyrigeving, stíga vit inn í ein nýggjan heim. Dyrnar út til lívið fara upp á víðan vegg. Uttanífrá kemur ljósið til okkum. Og lívið mennist so hvørt, Jesus fær loyvi at mynda og menna okkum.

Tað er ein vælsignaður veruleiki, at vit fáa náðir at byrja av nýggjum, at vit kunnu koma til Jesus, sum vit eru, og har vit eru stødd. Ein still ella ljódlig bøn, og so lýsnar og lætnar. Ein still ella ljódlig bøn, og gleðin fyllir hjartað við góðtokka og friði.

Tað er ein forrættur, at vit fáa umstøður, frið og náðir at prædika Guðs orð og boða gleðiboðskapin um Jesus Krist. Rættvísi Guðs í trúgv á Jesus sum Harra og frelsara er boðið okkum øllum. So er tað tá eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi. Tann neiliga talan um syndina tagnar, tí Jesus tekur okkara misgerðir á seg, og tekur okkara vegna sæti við Guðs hásæti sum verji í lívi og deyða.

Tann nýggi møguleikin er frígerandi. Møguliga er okkara andaliga styrki avmarkað, so trúgvin kennir lívið sum eina tunga mótbrekku. Set teg niður mitt í brekkuni, ákalla Jesu navn, og Harrin Jesus vil koma til tín og leiða teg. Eru als eingi evni, so ber hann teg ávegis til staðið, har tað nýggja lívið er nýtt.

Tað sæla staðið er himmiríkið ella ein av tess forgørðum. Har er syndin ikki eitt tyngjandi orð, tí hon er strikað í Jesu sáttargerð á Golgata. Jesus bar skuldarbrævið, sum var ímóti okkum, upp á træið. Hann var krossfestur, dripin og jarðaður vára vegna. Okkum til lívs reis hann upp deyða og grøv páskamorgun.

Jólini geva okkum ein nýggjan møguleika at rísa upp til eitt nýtt og verdugt lív saman við Jesusi, okkum og okkara kæru til gleði og frægdar.

Alt, ið ikki virkar nóg væl, kann verða betur, um tað nýggja á jólum endurnýggjar hug sál og anda.

Vit kunnu gerast betri menniskju, betri samfelagsborgarar og betri familjulimir í okkara egna húski. Alla ta tíð, ið vit liva, er tað ikki ov seint at byrja av nýggjum, seta sær nýggj mál og lata seg mynda av góðsku Guðs mótvegis øðrum menniskjum.

Hóast jólini eru endurtøka og tað sama verður tikið uppaftur í tað óendaliga, so er eingin skilagóð orsøk at endurtaka tað, ið hevur neiligan virknað og neilig hjáárin.

Satt at siga er møguleikin til betri dagar góður, tí skriftin sigur: “Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at vera Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.” (Jóhannes 1,12).

Tað er avgerandi fyri okkara egna lív, at vit geva Jesusi innivist. At tann í fjósi føddi frelsari heimsins fær innivist í hjørtum váru. Jólahald og endurtøkan er okkum gagnlig, um Jesus fær kveikt ein neista í hjørtum várum, okkum til gleði og øðrum til signingar.

“Nei, hjarta, sál og sinni // skal nú upp latast tær. // Her skalt tú búgva inni, // kom, Jesus, gist hjá mær. // Tað er ei fremmant býli, // so dýrt tað keypti tú. // Nú tryggur her tú hvíli // í kærleika og trú.”

Faðir vár, tú sum ert í himlinum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín sum í himli so á jørð; Gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir.

Harrin vælsigni teg og varðveiti teg! Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur! Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið. Amen.

Orðið: “Og hon skal føða ein son, og Jesus skal tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.” (Matt. 1,20).

Jógvan Fríðriksson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo