Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað gleðir mítt hjarta, at hoyra øll vælevnið nevna tey eldru. Vit eru øll samd um, at tað skal nýhugsan inn á økið.

Tá í omma mín doyði, fann abbi mín nýggja unnustu í Íslandi. Tað gekk ikki long tíð, so flutti hann til Íslands.

Í Garðarbær, sum býðurin eitur, flutti hann inn til nýggju unnustuna, inn í eitt eldrabýlið. Ein lítið hús, ið var innrætta við øllum hentleikum til eldri fólk, hurðanar vóru breiðar, eingin trappa, eingin gátt. Og so var møguligt at trýsta á alarmin, bæði á wc'inum, kamarinum og aðrastaðnis.

Júst hetta gjørdi, at abbi føldi seg tryggan, tí um nakað hendi, so var øll hjálp beint við.

Stutt var eisini til grannan, hetta var eitt samfelag í samfelagnum.

Í grannalagnum vóru nemliga starvsfólk sum hoyrdu til eldrabýlini, har var eisini aktivitetsrúm, felagsrúm og mangt annað. Har var enntá hiti í túninum og gongubreytini, so eingin ísur kundi leggja seg á um veturin.

Hann var í tryggum hondum og var sera glaður fyri at vera fluttur inn har, hann fortaldi mær, at hetta ynskti hann eisini í Føroyum, til Føroyingar.

Og tað besta við øllum var, at hann kundi búgva heima sum longst, fáa betri økonomi og so var hann sikraður pláss á ellisheiminum, sum eisini var í grannalagnum.

Vit muga virða okkara eldru, tey hava lagt lunnar undur okkara samfelag, eitt samfelag vit kunna byggja víðari uppá. Lat okkum geva aftur av øllum tey hava givið.

❌ við Jan Zachariassen
Kommunulistin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo