HSF: Andrass Thomsen er settur sum nýggjur stjóri í Hondbóltssambandi Føroya.
Starvsnevndin hjá HSF viðmerkir, at fakligu førleikarnir og royndirnar hjá Andrassi hóska væl til tann starvsprofil, sum HSF hevur ynskt, har stjórin skal standa fyri umsiting og leiðslu í sambandinum.
Andrass er 36-ára gamal og búsitandi í Hoyvík. Andrass er útbúgvin løgfrøðingur og hevur m.a. áður starvast við ítróttaumsiting í Fótbóltssambandi Føroya og við løgfrøði hjá Ríkisumboðnum.
Andrass Thomsen tekur við starvinum eftir Hans Jón Thomsen og byrjar í starvinum 1. februar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo