Greengate Incoming: Hildur Durhuus er sett sum stjóri í ferðavinnufyritøkuni P/F Greengate Incoming.
Hildur hevur fleiri enn 25 ára royndir frá ymsum størvum í upplivingar- og ferðavinnuni, bæði sum deildarleiðari, verkætlanarleiðari og marknaðarfólk. Harafturat hevur Hildur útbúgving innan ferðavinnu og eina master í upplivingarleiðslu.
Í løtuni starvast Hildur sum trivnaðarsamskipari í Sunda kommunu, har hon millum annað hevur tikið stig til fleiri spennandi verkætlanir at skipa ferðavinnuna í økinum. Hildur tekur við sum stjóri í Greengate Incoming tann 1. januar 2023.
Eigarar, nevnd og starvsfólk gleða seg til gott samstarv og ynskja Hildur hjartaliga vælkomnari í fyritøkuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo